Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kaðalbrek atvoldin til streymslitið

Tað var kaðalbrek á Sundi, sum var orsøk til streymslitið í øllum meginøkinum í gjárkvøldið

Tað var kaðalbrek á Sundi, sum var orsøk til streymslitið í øllum meginøkinum í gjárkvøldið, týskvøldið 4. juli.

SEV skrivar, at streymurin fór klokkan 22.10, og ein tíma seinni høvdu øll fingið streymin aftur.

– Elnetið í meginøkinum fevnir um Vágar, Streymoy, Eysturoy, Kallsoy, Kunoy, Borðoy, viðoy, Svínoy, Nólsoy, Hest og Sandoy. Hesar oyggjarnar eru knýttar í eitt og sama elnet, meðan hinar oyggjarnar hava egin elnet, skrivar SEV.