Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Video: Pætur og KA í steypafinaluni

Tað var líkt til, at Klæmint A. Olsen og Breiðablik skuldu í íslendsku steypafinaluna, men í síðstu løtu skoraði Pætur Petersen, og so skuldi dysturin avgerast við brotssparkskapping

Tað hava verið nakrir spennandi og málríkir dystir í Íslandi hetta kappingarárið, har eisini føroyingarnir í Íslandi hava átt sín leiklut, og soleiðis var eisini í gjárkvøldið, tá Pætur og KA Akureyri tóku ímóti Klæminti A. Olsen og Breiðabliki.

Tað var serliga í síðstu løtu av dystinum, at tað gjørdist sera dramatiskt. KA vóru á odda 1-0, tá tað restaðu tríggir minuttir av vanligu leiktíðini, men tá sló rituvíkingurin Klæmint til og javnaði fyri Breiðablik.

Síðan hildu Breiðablik-menn, at teir vóru komnir í steypafinaluna, tá Höskuldur Gunnlaugsson skoraði til 2-1 í yvirtíðini, men Ívar Örn Árnason javnaði fyri KA í allarsíðstu løtu.

Tí skuldi dysturin út í longda leiktíð, og har tók Breiðablik fyrsta stikkið, tá Höskuldur Gunnlaugsson enn einaferð legði Breiðablik á odda, eftir at innskifti Pætur hevði felt ein spælara hjá Breiðabliki í brotsteiginum, men tá klokkan vísti 117 minuttir gjørdi Pætur Petersen skaðan góðan aftur og skoraði við góðum stútara fyri KA.

Dysturin skuldi nú avgerast við brotssparkskapping, og her var Klæmint A. Olsen ein av teimum trimum frá Breiðabliki, sum brendi sítt spark, og tí endaði tað við, at Pætur og KA vunnu seg víðari til íslendsku steypafinaluna eftir brotssparkskapping.

Í hinari hálvfinaluni skulu Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík spæla ímóti KR.

Hæddarpunkt av dramatiska dystinum sæst her.