Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Marrubyrjan upp á Wimbledon

Wimbledon hevur fingið eina marrubyrjan, eftir at bert átta dystir vórðu avgreiddir í gjár orsakað av veðrinum

Tað verður ein marra hjá Jamie Baker, kappingarstjóra í Wimbledon, at fáa skránna at ganga upp komandi dagarnar, eftir at regnið í gjár so at siga tók ein heilan dag úr skránni.

Bert átta dystir vórðu avgreiddir í gjár á teimum 18 vallunum, har fýra teirra vórðu avgreiddir á Centre Court og Court 1, sum eru einastu vallirnir við tekju.

Bert 90 minuttir av tennis vórðu spældir á hinum vallunum, sum máttu steingja orsakað av veðrinum.

Tað verður tí ikki nøkur løtt uppgáva hjá Jamie Baker, sum fram til 16. Juli skal standa á odda fyri, at 127 menn og 127 kvinnur verða send heim úr kappingini, so einans ein er eftir.

Harumframt eru eisini kappingarnar í tvímansleiki at hava í huga.

Djokovic turkaði grasið

Novak Djokovic spældi móti Pedro Cachin á Centre Court, sum hevur tekju, ið kann flytast á og av. Spælt verður sum útgangsstøði altíð við opnari tekju, og hóast tað fór at regna undir dystinum, valdi dómarin at spæla settið liðugt, áðrenn hann steðgaði dystinum og bað um at fáa tekjuna rullaða á.

Hetta hevði við sær ein longri steðg í spælinum, tí grasið var vorðið vátt og mátti torna aftur, áðrenn spælast skuldi víðari. Starvsfólk hjá Wimbledon royndu av øllum alvi at turka grasið við havablásum, og Novak Djokovic valdi í skemti at taka lut við at turka plenuna eitt sindur við handklæðinum.

Djokovic og Cachin sluppu hóast alt at spæla dystin lidnan, sum Djokovic vann uttan hóvasták í trimum settum.

Les eisini...  Tað gekk ikki hjá 43-ára gomlu Venus Williams

Tað sama gjørdi Carlos Alcaraz, sum sanførandi vann móti 36 ára agmla Jamie Chardy.

Federer hugdi eftir Andy Murray

Bretska vónin til Wimbledon livir eisini enn, eftir at Andy Murray pilkaði sundur landsbróður sín Ryan Peniston í trimum settum, samstundis sum at Cameron Norrie vann á Tomas Machac.

Til staðar til dystin hjá Andy Murray var eisini Roger Federer, sum hesaferð mátti njóta útsýnið frá kongaligu boksini heldur enn frá grøna svørðinum. Federer, sum nú er givin á yrkisleiðini, varð heiðraður fyri síni avrik í Wimbledon, har hann hevur lyft steypinum ikki færri enn átta ferðir. Við í kongaligu boksini vóru konan hjá Federer, Mirka Federer, og Kate prinsessa, sum undan kappingini hevði gjørt promo-tilfar fyri Wimbledon saman við Federer. Sigast skal, at Kate Prinsessa heilt greitt hevur hildið í einum kettjara fyrr.

Kate prinsessa, Roger Federer og Mirka Federer vóru til staðar til dystin hjá Andy Murray. Mynd: EPA

Rune, Tsitsipas og Thiem halda fram í dag

Holger Rune kláraði akkurát at vinna fyrsta settið í dystinum móti George Loffhagen, áðrenn regnið útsetti restina av dystinum, sum verður tikin upp aftur í dag.

Mest spennandi dysturin í gjár skuldi uttan iva vera dysturin millum Dominic Thiem og Stefanos Tsitsipas. Tsitsipas, sum vanliga er stinnur á grasi, hevur havt eina ræðuliga sesong á grasi hesaferð, og Thiem megnaði eisini at taka fyrsta sett, áðrenn dysturin varð útsettur við støðuni 3-4 í øðrum setti. Hesin dysturin verður eisini tikin upp aftur í dag.

Vandi fyri umhvørvismótmælum

Hóast tað ikki gjørdist stórvegis tennis á postnummari SW19 í gjár, so vóru kortini metnógv fólk í bíðirøðini at sleppa inn, og Wimbledon hevur verið fyri hvøssum atfinningum fyri langu bíðirøðirnar.

Les eisini...  Martin var bestur í september

Fyriskipararnir siga, at eftirlitið við inngongdirnar er hert í ár, tí at vandi er fyri, at umhvørvismótmælisfólk – serliga frá felagsskapinum Just Stop Oil – fara at gera seg inn á kappingina.

Í fjør megnaði eitt mótmælisfólk at taka seg inn á vøllin til aðra hálfinaluna í French Open, har hon bant seg fasta í netið, og fyri fáum døgum síðani vóru Just Stop Oil til staðar til cricketkappingina Ashes í Onglandi, har tey kastaðu appelsingult pulvur, eins og tey ofta gera.

Hetta hevur havt við sær, at eftirlitið til Wimbledon tekur longri tíð at koma ígjøgnum, og tað er eisini bannað at hava við sær pulvur av øllum hugsandi slag inn á áskoðaraplássini.