Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Paul Watson sleppur ikki inn í føroyskt sjóøki

Uttanríkisráðið sigur, at John Paul Dejoria, skipið hjá Paul Watson, hevur fingið forboð at koma inn í føroyskt sjóøki

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, hevur í dag tikið avgerð um at seta skipinum John Paul Dejoria forboð fyri at koma inn í ytra sjóumveldi Føroya, t.e. ikki er loyvt at koma innum 12 fj. markið frá føroysku grundlinjuni.

Avgerðin er tikin í heimild í kunngerð um sigling í sjóøkinum, ið heimilar landsstýrismanninum at seta ávísum skipum undir útlendskum flaggi forboð at koma í ytra sjóumveldið, um persónur, felag ella felagsskapur, sum skipið er knýtt at, hevur sett fram hóttanir um at fremja brot á føroyska lóggávu, ella gera seg inn á lógligt virksemi í føroyskum sjóumveldi.

Forboðið verður sett, tí umboð fyri manningina á skipinum hevur alment boðað frá, at ætlanin við ferðini til Føroyar er at fremja átøk, ið m.a. gera seg inná grindarakstur, sum ikki kann metast sum meinaleys gjøgnumsigling.

Skipið John Paul Dejoria er skrásett í Jamaika. Sjóvinnustýrið hevur í dag boðað avvarðandi myndugleikum í Jamaika frá um forboðið.

Landsstýrismaðurin hevur umrøtt avgerðina við landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, ið varðar av hvalamálum.