Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Djóni: – Eru manglar í serskúlalógini, so skal tað rættast upp

(Ljóðsamrøða) Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, tekur úrskurðin hjá Løgtingsins umboðsmanni, sum gevur Skúlanum á Trøðni eina átalu fyri handfaring av skúlagongdini hjá einum næmingi á skúlanum, í størsta álvara

Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Skúlanum á Trøðni eina átalu fyri handfaringina av skúlagongdini hjá einum næmingi á skúlanum.

Umboðsmaðurin sigur millum annað í átaluni, at “undirvísing” skal fatast í víðastu merking, og heldur tað vera atfinningarsamt, at barnið varð frítikið frá ávísum fakum, uttan at hetta varð gjørt í samráð við foreldrini.

Eisini var tað atfinningarsamt, at læriætlanirnar hjá barninum eingi ítøkilig mál høvdu um, hvat barnið skal læra, og at læriætlanir ikki vórðu eftirmettar tvær ferðir um árið.

Umboðsmaður heldur tað eisini vera atfinningarsamt, at eingin tímatalva var fyri skúlagongdina, og at foreldrini ikki fingu tímatalvuna, hóast tey høvdu biðið um hana.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið fær eisini eina heilsan frá løgtingins umboðsmanni, tí løgtingsins umboðsmaður metir, at lýti eru við serskúlalógini. Løgtingsins umboðsmaður heitir tí á Barna- og undirvísingarmálaráðið um at áseta rættindi og skyldur hjá næmingum, sum ganga í serskúla, í serskúlalógini.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, sigur, at Skúlin á Trøðni er fevndur av serskúlalógini, ið leggur seg tætt at fólkaskúlalógini, men eru manglar í serskúlalógini, so fer at verða arbeitt fram ímóti at rætta upp upp á hesar manglar í lógini.

Hoyr samrøðu við Djóna Nolsøe Joensen: