Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Real Madrid keypa týrkiskt stórtalent

Real Madrid hava keypt stórtalenti Arda Güler úr Fenerbache fyri 20 mió evrur.

Tann 18 ára gamli Arda Güler hevur skift úr Fenerbache til Real Madrid á einum 6 ára sáttmála.

Arda Güler hevði annars ein transferklausul á 25 mió evrur, men ístaðin hava Real Madrid og Fenerbache blivnir samdir um ein prís á 20 mió evrur og 10 mió “add-ons”.

Güler er týrkiskur landsliðsleikari og hevur leikt 4 landsdystir. Hansara fyrsti landsdystur var ímóti Kekkia tann 19. november 2022.

Upprunaliga kemur Arda Güler úr týrkiska felagnum Gençlerbirliği, men hann hevur leikt við Fenerbache síðani 2019. Í alt hevur miðvallarin leikt 51 dystir og skorað 9 mál fyri Fenerbache.