Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fótbóltur: Flytingargluggin letur aftur mikudagin

Eftir at hava verið opið í skjótt ein mánað, letur flytingarvindeygað hjá Fótbóltssambandi Føroya aftur mikudagin 12. juli klokkan 16

Í skjótt ein mánað hevur flytingargluggin verið opin, har spælarar kunnu skifta feløg. Men mikudagin 12. juli klokkan 16 letur flytingargluggin hjá FSF aftur.

Tað merkir, at øll, kvinnur og menn, gentur og dreingir, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar 2023, og sum ætla at skifta felag í summar, skulu fáa hetta avgreitt, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur mikudagin í komandi viku.

FSF Varpið hevur tosað við Virgar Hvidbro, aðalskrivara í Fótbóltssambandi Føroya, og í stuttum svarar hann hesum og øðrum spurningum, ið eru viðkomandi fyri flytingarvindeygað hjá FSF.

Í videobrotinum niðanfyri greiðir aðalskrivarin frá, hví vit hava ein flytingarglugga, og hvat tað inniber.

Millum annað sigur aðalskrivarin, at fyrr var flytingarvindeygað bara galdandi fyri spælarar, ið høvdu sáttmála. Men soleiðis er ikki longur. Í 2020 broyttust reglurnar, og nú er vindeygað galdandi fyri øll – gentur og dreingir, kvinnur og menn – ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í kappingarárinum.

Seinasta freist at flyta millum feløg í hesum umfarinum er tískil mikudagin 12. juli 2023 klokkan 16:00, og er hetta galdandi fyri øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í ár.

Blív klókari upp á flytingargluggan her:

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo