Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hitamet fyri triðu ferð hesa vikuna

Tríggjar ferðir upp á eina viku hevur miðalhitin á jørðini sett met

Miðalhitin í heiminum var í gjár 17,23 hitastig, og hetta er hægsti miðalhiti, sum nakrantíð er máldur á jørðini.

Hetta er samstundis eisini triðu ferð hesa vikuna, at miðalhitin á jørðini setir met. Mánadagin varð nýtt met, tá hitin var 17,01 stig, og aftur týsdagin og mikudagin varð sett nýtt met, tá miðalhitin á jørðini varð máldur at vera 17,18 stig.

Tað er Universiteti í Maine í USA, sum hevur framt útrokningarnar.

Hitametið áðrenn hesa vikuna var frá august í 2016, tá miðalhitin var máldur at vera 16,92 stig.

Granskarar vilja vera við, at tað er ein samanrenning av tveimum orsøkum til ógvisliga hitan. Onnur orsøkin útlátið av CO2 gassum, meðan hin orsøkin er veðurfyribrigdið El Nino, sum í ár hevur nógva ávirkan.

Aðalskrivarin í ST, Anotnio guterres, rópar eisini varskó, tí ábendingar eru um, at vikan frammanundan mikudegnumvar heitasta vikan, ið higartil er skrásett. Antonio Guterres vil vera við, at einki tamarhald er á veðurlagnum, og at mannaættin er á veg út í eina vanlukkuliga støðu, soleiðis sum hitin veðurlagið uppførir seg.

Sambært tølum hjá University of Maine var miðalhitin í vikuni undan mikudegnum 0,04 hitastig heitari enn nøkur onnur vika, ið higartil er skrásett.