Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsta landsliðsmálið hjá undurbarninum

Fyrsta landsliðsmálið hjá stjørnuleikaranum.

Tann 7. juli 1957 fekk Edson Arantes do Nascimento eitt byrjanarmál fyri brasilska landsliðið, sum tapti 1-2 fyri Argentina. Pelé, sum vit betri kenna hann, var tá bert 16 ár og 9 mánaðir gamalur og yngsti leikarin, sum hevði skorað í einum landsdysti og framvegis yngsti brasilski málskjúttin.

Hann hevði bara verið yrkisleikari í eitt ár, tí hann skrivaði undir fyri Santos FC í 1956 sum 15 ára gamalur. Beinanvegin gjørdi hann seg galdandi á landsliðnum og var ein týðandi leikari, tá Brazil vann HM 1958. Hann skoraði seks mál, harímillum eitt hattrikk í hálvfinaluni ímóti Fraklandi og tvey í finaluni ímóti Svøríki.

Pelé var partur av HM-hópinum í 1962, men fekk ein skaða í næsta dystinum og spældi ikki restina av kappingini; heldur ikki í finaluni, tá Brazil vardi HM-heitið. HM 1966 gjørdist uppaftur meira ørkymlandi fyri hann, tí mótstøðuliðini fóru so harðliga við honum fyri at steðga honum. Efti endaspælið var hann so mótleysur av viðferðini, sum hann fekk, at hann hótti við ikki at spæla fleiri HM-endaspøl.

Tíbetur broytti hann meining og varð yvirtalaður til at spæla við landsliðnum undir HM 1970, sum eisini varð hansara seinasta. Brazil vann enn einaferð, tá tað vann 4-1 á Italia í einari minniligari finalu. Við finlusigrinum gjørdist Pelé einasti leikarin í heiminum, sum hevði vunnið HM tríggjar ferðir. Venjarin í 1970, Mário Zagallo, vann kortini eisini sum leikari í 1958 og 1962.

Pelé spældi 92 landsdystir og skoraði 77 mál. Neymar hevur eisini higartil skotið 77 mál, men í 124 landsdystum. Pelé, Neymar og Ronaldo eru einastu brasilianarar, sum hava skotið mál undir trimum HM-kappingum.

Les eisini...  Maðurin við hestahalanum brendi

Heimsins fyrsti stjørnuleikari andaðist 29. desember 2022, 82 ára gamalur.