Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hondbóltur: Døma í Evropa

Tvey føroysk dómarapør skulu døma altjóða hondbóltsdystir í summar

Ársins dómarapar í Føroyum, Thomas Juul Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe, skulu døma í W19 EHF Championship kappingini í Litava frá 10. – 16. juli, har Føroya eisini luttaka.

Teir skulu døma fimm dystir í kappingini, sum telur londini Spania, Bosnia Hersegovina, Estland, Litava, Bulgaria, Føroyar, Slovenia og Turkaland.

Tað skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðu sínari.

Eisini skulu brøðurnir Andrias og Høgni Fríðuson Gaard út í Evropa at døma. Teir skulu til Podgorica í Montenegro at døma EUSA Handball Games 2023, sum er kapping millum universitetslið í Europa. Kappingin er frá 9. – 14. juli.

Andrias og Høgni døma vanliga í donskum hondbólti, har teir hava dømt í 2. deild í vetur, men Hondbóltssambandið skrivar, at brøðurnir væntandi fara at døma í donsku 1. deild til komandi kappingarár.

Andrias og Høgni royndu seg eisini í Young Referess Program hjá EHF í fjør, har teir dømdu í European Open.

Báðar kappingar er kappingar, sum EHF brúkar til at seta nýggjar dómarar við, skrivar Hondbóltssambandið.