Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Besti írski málskjúttin nakrantíð

Tann 8. juli 1980 varð besti írski málskjúttin nakrantíð og núverandi venjarin hjá Maccabi Tel Aviv føddur í Dublin

Tann 8. juli 1980 varð besti írski málskjúttin nakrantíð og núverandi venjarin hjá Maccabi Tel Aviv, Robbie Keane, føddur í Dublin.

Robbie Keane byrjaði yrkisleiðina í 1997 hjá Wolverhampton og skoraði tvær ferðir í fyrsta dystinum. Tvey kappingarár seinni skifti hann til Coventry City fyri £6 milliónir, sum tá var eitt bretskt met fyri ein tannáring. Hann skoraði aftur tvey mál í fyrsta dystinum, men spældi bert eitt kappingarár við Coventry, áðrenn hann spældi trý tey næstu kappingarárini við trimum ymiskum feløgum: Inter (har hann bara spældi 6 dystir í kappingarárini 2000-01), síðani Leeds United (har hann spældi frá 2000-02) og at enda Tottenham.

Hann spældi lutfalsliga regluliga við Tottenham, har hann spældi samanlagt átta kappingarár frá 2002 til 2011. Men kappingarárið 2008-09 spældi hann 19 dystir fyri Liverpool, síðani 16 dystir við Celtic 2009-10 og 9 dystir við West Ham kappingarárið 2010-11, áðrenn hann skifti til Los Angeles Galaxy í 2011. Samanlagt skoraði Keane 312 mál í 708 dystum.

Hann spældi fyrsta landsdystin fyri Írland í 1998, har hann umboðaði Wolves. Hann spældi heilar 146 landsdystir fyri Írland. Í september 2004 javnaði hann metið á 21 landsliðsmál, sum Niall Quinn átti og fór síðani upp um við tveimum mánaðin eftir. Samanlagt skoraði hann 68 mál á írska landsliðnum og Niall Quinn er framvegis næstur honum.