Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ongland vann U21 EM-gull

Ongland og Spania møttust í dag í EM-finaluni fyri U21-lið. Undan finaluni hevði Ongland onki mál latið inn og tað skuldu evnaríku sponsku leikararnir royna at gera nakað við.

Anthony Gordon fekk fyrsta málmøguleikan í 5. minutti, men málmaðurin Arnau Tenas bjargaði. Løtu seinni breyt Newcastle-leikarin gjøgnum sponsku verjuna og sendi inn fyri til Morgan Gibbs-White, men hann fekk akkurát ikki fótin á.

Spania svaraði aftur, tá miðvallarleikarin, Alex Baena eftir 12 minuttir royndi hann, men hann skeyt beint fram við málinum hjá James Trafford. Spania var tættast við, men Aitor Paredes skallaði beint fram við málinum eftir okkurt um 20 minuttir.

Fyrri hálvleikur tóktist at enda málleysur, men í 4. minutti í yvirtíðini skoraði Cole Plamer eftir fríspark, sum rakti múrin og broytti kós. Endin varð, at Liverpool-leikarin, Curtis Jones, átti málið. Onglendingarnir valdu at fegnast framman fyri bonkinum hjá Spania og tað kostaði eitt treytt kort til báðar benkurnar – annar var Ashley Cole.

Sponsku leikararnir løgdu út sum eitt óløgi í seinna hálvleiki og longu eftir seks minuttir sendi liðskiparin, Abdel Ruiz, bóltin á málið, men málið varð kolldømt fyri rangstøðu. Í 65. Minutti lá Ruiz aftur framvið, men skallaði beint fram við málinum. Spania trýsti og Gabri Veiga royndi seg, men tað gekk heldur ikki.

Ongland kom fyri seg og hevði tvær góðar royndir, men aftur stórbjargaði Arnau Tenas.

Í 6. minutti av yvirtíðini framdi Levi Conwill brotsspark ímóti Abdel Ruiz, men James Trafford hálvbjargaði. Bólturin endaði hjá Abdel Ruiz, men aftur bjargaði James Trafford.

Spenningurin í endanum setti seg í høvdið á leikarunum og bæði Antonio Blanco og Morgan Gibbs-White fingu seinna gula kortið, og vórðu sendir í bað.

Les eisini...  Uha teir eru stoltir

Ongland vann EM-gull við 1-0 sigrinum og fyri fyrstu ferð síðani 1984.