Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvær ferðir 100 á somu dagfesting

Báðir høvdu týðandi leiklut á klubbliðunum og báðir vóru eitt tíðarskeið liðskiparar á landsliðnum.

26. mars tykist at vera afturvendandi, tá talan er um at náa 100 landsdystir. Tann 26. mars 1986 spældi Liverpool-leikarin, Kenny Dalglish, landsdyst nr. 100 á Hampden Park. Týski keisarin, Franz Beckenbauer, handaði honum 100. kollin og Dalglish varð sjálvandi útnevndur liðskipari, tá Skotland vann 3-0 á Rumenia í einum venjingardysti undan HM 1986 í Mexico. Dalglish gjørdist hin fyrsti – og higartil einasti – sum spældi landsdyst nr. 100 fyri Skotland. Hann spældi tveir landsdystir afturat, og hevur spælt flestar landsdystir og skotið flest mál fyri skotska landsliðið (Denis Law hevur eisini skorað 30 landsliðsmál).

Níggju leikarar vóru í skotsku byrjanaruppstillingini, harav Kenny Dalglish og Graeme Souness gjørdust felagsstjórar hjá Liverpool umframt, at Dalglish og Gordon Strachan báðir stjórnaðu Celtic.

22 ár seinni, tann 26. mars 2008, spældi fyrrverandi Manchester United-leikarin, David Beckham, landsdyst nr. 100 á enska landsliðnum. Hin 32-ára gamli Beckham, sum til høvið spældi í gyltum gaggum, varð útskiftur í 63. minutti, tá Ongland tapti 0-1 fyri Fraklandi. Undan næsta landsdystinum, sum varð spældur á Wembley, fekk Beckham handað ein gyltan koll til minnis um varðan frá Bobby Charlton. Hann var hin fimti í røðini eftir Billy Wright, Bobby Moore, Bobby Charlton og Peter Shilton. Síðani hava Frank Lampard, Steven Gerrard, Ashley Cole og Wayne Rooney spælt fleiri enn 100 landsdystir fyri Ongland. Sjálvur endaði david Beckham við at spæla 115 landsdystir.