Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jólavápnahvíldin

Brádliga hvarv skotdundrið, allastaðni ljómaðu jólasálmar og friður valdaði.

Tann 28. juni 1914 fóru Franz Ferdinand, trúnarvingi í keisaraveldinum Eysturríki-Ungarn, og kona hansara, Sofía, sum var við barn, á vitjan í Sarajevo. Tá var tað, at bosniski serbin og loysingarmaðurin, Gavrilo Princip, tveitti eina bumbu eftir teimum og drap tey. Eysturríki gjørdist í øðini yvir hesa skemdargerð, og ein mánaða seinni, 28. juli 1914, sendi tað Serbia krígsavbjóðing.

Samgongurnar ímillum londini í Europa høvdu við sær, at tey brátt komu upp í kríggið. Russland flutti herdeildir sínar til markið við Týskland og Eysturríki fyri at hjálpa serbum. Hetta var so illa dámt av týskinum, at hann 1. august 1914 sendi Russlandi krígsavbjóðing. Frakland, sum var bundið í felagsskapi við Russland, fekk eisini krígsavbjóðing frá Týsklandi tveir dagar seinni. Týskar herdeildir tóku seg inn í Belgia á veg til Fraklands. Bretland hevði játtað seg at tryggjað uttanveltaðu støðu Belgia og beyð Týsklandi og Eysturríki av í kríggj 4. august.

Kríggið leikaði á í Europa, men tá jólini vóru í hondum, fánaði skotriðilin brádliga, tí herdeildirnar í hvør sínum lagi fóru at syngja jólasálmar og skifta jólagávur millum sín. Partarnir avtalaðu eina jólavápnahvíld og knappliga spældu bretskar og týskar herdeildir, sum hildu til á hermótinum nærindis Ypres í Belgia, ein ótilætlaðum fótbóltsdyst í ongamannalandi.

Jólamorgun, 25. desember 1914, fór bretska herdeildin, Royal Welch Fusiliers, úr skotgrøvini fyri at spæla ímóti týskum hermonnum. Onkursvegna fingu teir útvega ein bólt, hóast ongin visti, hvar ella hvør kom við honum, og dysturin byrjaði. Sambært korpurálinum hjá Royal Welch Fusiliers, Bernie Felstead: “Tað var ikki beinleiðis ein dystur, sum vit kenna tað, og allir kundu luttaka. Fari eg ikki heilt skeivur, vóru kanska útivið 50 á hvørjum liði.” Dysturin vardi okkurt um ein hálvan tíma, og ongin taldi málini.

Les eisini...  Tvær ferðir 100 á somu dagfesting

Í flestu støðum vardi vápnahvíldin jólahøgtíðina, men onkrastaðni vardi friðurin til nýggjársdag. Tá kríggið byrjaði, hildu báðir partar, at teir fóru at sigra á hinum longu fyri jól sama ár, men í staðin vardi kríggið til 11. november 1918 og kostaði eina ørgrynnu av mannalívum.

Henda sermerkta jólavápnahvíldin hevur kortini fingið rúmd í tónleiki, bókum og filmum, harímillum filminum frá 2005 Joyeux Noël (ella Gleðilig Jól).

Julefred (youtube.com)