Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Evnaríkur brasilianari á veg til FC Barcelona

Hann er 18 ára gamalur og hevur longu spælt fyri Brazil. Nú er hann á veg til FC Barcelona.

Sambært Mundo Deportivo, so hevur FC Barcelona keypt 18 ára gamla Vitor Roque frá Athletico Paranaense. Roque fær ein seks-ára sáttmála. Barcelona rindar 35 milliónir evrir umframt aðrar 10 milliónir við ískoytum. Sostatt kann talan gerast um 335 milliónir krónur. Arsenal hevur eisini víst áhuga.

Vitor Hugo Roque Ferreira varð føddur 28. mars 2005 í Timóteo, Brazil. Hann er 1,74 m høgur og vigar 78 kg. Hann er kropsliga væl fyri, óhugnaliga skjótur og skjýtur við báðum beinum. Við skjótleikanum kann hann hótta bakrúmið, men honum dámar eisini at kom aftur í vøllin og fáa bóltin, so hann kann bjóða verjuni av. Hann er ikki av hægstu monnum, men stendur seg væl í luftspælinum. Síðani hann var 10 ára gamal, spældi hann við América Mineiro og í 2019 fekk hann ein lærlingasáttmála við Cruzeiro. Hann skifti til Athletico Paranaense í apríl 2022 fyri okkurt um 35 milliónir krónur.

Hóast hann bert er 18 ára gamalur, so hevur hann longu spælt fyrsta dystin fyri brasilska A-liðið. Tað var fyribils venjarin, Ramon Menezes, sum gav honum landsliðsboð ímóti Marokko tann 25. mars 2023. Roque varð skiftur inn í 65. minutti, men Brazil tapti 1-2 á Ibn Batouta Stadium í Marokko.

Evnaríki leikarin hevur spælt 63 dystir á besta liðnum hjá frá Athletico Paranaense, har hann hevur skorað 19 mál og lagt upp til 8 mál.

Einasta ivamálið tykist vera, um Roque skal skifta beinanvegin í summar ella bíða til 1. januar 2024.