Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Íri spanskur meistari

Fyrrverandi liðskiparin hjá Manchester United stjórnaði Real Betis til spanska meistaraheitið.

Fyrrverandi liðskiparin hjá Manchester United stjórnaði Real Betis til spanska meistaraheitið.

Patrick “Don Patricio” O’Connell vaks upp í Dublin, men byrjaði fótbóltslívsleiðina við Belfast Celtic. Umvegis The Wednesday, har hann ikki vann sær fast pláss og Hull City skifti O’Connell til Manchester United í 1914 og tá hevði hann longu umboðað (eitt samlað) Írland 6 ferðir.

O’Connell var liðskipari hjá Manchester United, tá avtalað spæl fór fram millim Manchester United og Liverpool langafríggjadag í 1915. O’Connell var ikki sjálvur millum teir 7 leikbannaðu leikararnir, men brenda brotssparkið hjá honum átti ein leiklut í, at enska fótbóltssambandið kom við skuldsetingum.

O’Connell gjørdi eitt rend til Dumbarton í Skotlandi í 1919, áðrenn hann gjørdist spælandi-felagsstjóri hjá Ashington í 3. deild Suður.

Í 1922 flutti O’Connell til Spania, har hann gjørdist venjari hjá Racing Santander í 7 ár, áðrenn hann umvegis Real Oviedo endaði hjá Betis Balompie í 1932, sum júst hevði vunnið Segunda División.

Besta spanska deildin, La Liga, byrjaði í 1929 , tá ið ein nevndarlimur hjá baskiska felagnum, Arenas Club de Getxo, legði uppskot fram um eina landskapping fyri alt Spania. Spanska fótbóltssambandið, Real Federación Española de Fútbol, valdi 10 lið til at spæla í upprunaligu Primera División.

Betis Balompié (nú Real Betis) flutti upp í 1931-32 og undir leiðslu av Don Patricio eydnaðist liðnum at vinna – higartil – einasta meistaraheitið í 1934-35, sum felagið hevur vunnið. Patrick O’Connell stjórnaði síðani FC Barcelona og var venjari í Spania fram til 1949. Don Patricio doyði 27. februar 1959 í London.