Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Talsmaður: Putin og Prigozjin hava hitt hvønn annan

Fundurin var í Moskva bert fáar dagar eftir uppreisturin

Talsmaðurin hjá russiska forsetanum, Dmitry Peskov, váttar nú, at Vladimir Putin og Wagner-leiðarin, Jevgenji Prigozjin, hittust til fundar í Kreml tann 29. juni.

Tað skrivar BBC.

Uppreisturin, sum byrjaði tann 23. juni, vardi bert í 24 tímar.

Sambært talsmanninum vóru 35 fólk til staðar til fundin, ið vardi í tríggjar tímar.

Talsmaðurin hjá Putin, Dmitry Peskov, sigur, at á fundinum gav Prigozjin sín fulla stuðul til russiska forsetan.

Ivamál hvar Prigozjin hevur verið

Tað hevur verið eitt ivamál, hvar Prigozjin hevur verið, eftir at uppreisturin móti Kreml endaði.

Tann 27. juni skrivaðu altjóða miðlar, at Wagner-leiðari var lendur í Belarus, men nakrar dagar seinni segði forsetin í Belarus, Aleksandr Lukasjenko, at Prigozjin enn var í Russlandi.

Sambært Flemming Splidsboel, sum er granskari á Dansk Institut for Internationale studier, og ofta verður brúktur sum serfrøðingur í miðlunum, tá tað snýr seg um Russland og postsovjetisk viðurskifti, skrivar á sínum Twitter-vanga, at tað virkar løgið, at russiski forsetin tekur ímóti einari sendinevnd hjá Wagner-herinum, ið fáar dagar frammanundan hevur verið ákærd fyri landasvik og royna at koppa einari russiskari stjórn, og tað prógvar, at Putin stendur veikari, sambært danska serfrøðinginum.

– Tað er rættiliga sannlíkt, at Russland ikki kann vera Wagner-bólkinum fyriuttan, sigur Flemming Splidsboel.