Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Trý fólk latið lív í flogvanlukku í Íslandi

Eitt lítið Cessna flogfar datt í gjár niður á Eysturlandinum í Íslandi. Øll trý fólkini umborð lótu lív

Trý fólk lótu í gjárkvøldið lív í einari flogvanlukku í Íslandi, har eitt lítið Cessna flogfar datt niður í Eysturlandinum.

Sambært íslendska kringvarpinum vóru flogskiparin og tvey ferðandi umborð á flogfarinum.

Sjóverjan fekk kall frá neyðsendaranum umborð á flogfarinum um fimm tíðina seinnapartin í gjár, men tað eydnaðist ikki at fáa samband við flogfarið aftur.

Ein leiting varð tí sett í verk, og flogfarið varð funnið um sjey tíðina lokala tíð í gjárkvøldi, og øll trý umborð vóru deyð á staðnum.

Sambært íslendska kringvarpinum var tað eitt flogfar, sum var á veg til Egilsstaðir, ið helt seg hava fingið eyga á Cessna flogfarið, og ein tyrla, ið fleyg við ferðafólki, kom síðani á staðið og kundi vátta, at talan var um horvna Cessna flogfarið.

Løgreglan í Eysturlandinum kannar nú flogvanlukkuna men sigur við íslendska kringvarpið, at tað er framvegis tíðliga í kanningararbeiðinum, og fleiri viðmerkingar verða ikki gjørdar í løtuni.