Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vit nærkast 55.000

Tann 1. juni búðu 54.503 fólk í Føroyum

Fólkatalið vaks við 591 fólkum seinasta árið, og 1. juni búðu 54.503 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur upp á 1,1 prosent, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiðið.

Síðan fólkavøksturin byrjaði fyri skjótt tíggju árum síðani, er fólkatalið vaksið við 6.500 fólkum ella gott og væl 14 prosent.

Hagstovan skrivar, at seinastu tíðina hevur fólkavøksturin tó verið lakari enn undanfarnu árini. Burðaravlopið minkaði óvanliga nógv í byrjanini av 2022, og hóast minkingin lutvíst varð uppvigað av einum lítlum vøkstri í nettoflytingini, so minkaði tað um árliga fólkavøksturin.

Seinastu mánaðirnar er burðaravlopið vaksið nakað aftur, samstundis sum nettoflytingin er minkað eitt sindur. Spakuligi vøksturin í fólkatalinum heldur tí fram.

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi upp á 180 fólk og eini nettoflyting á 411 fólk.

Minkandi deyðatal økir um burðaravlopið

Trendurin vísa, at munurin millum fødd og deyð er vaksin seinastu mánaðirnar. Hesin spakuligi vøksturin í burðaravlopinum kemur aftan á stóru minkingina í fjør, sum stóðst av, at færri føddust og fleiri doyðu enn vanligt. Seinastu mánaðirnar hevur gongdin í deyðatalinum verið minkandi, og saman við meiri støðugu gongdini í føðitalinum, veksur tað spakuliga um burðaravlopið. Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum.

Eingin fólkavøkstur millum danskir ríkisborgarar

Talið av persónum, sum hava annan ríkisborgaraskap enn danskan, er vaksið nógv seinastu fimm árini. Danskir ríkisborgarar hava verið partur av fólkavøkstrinum, men tað eru teir ikki longur. Myndin niðanfyri vísir, at ongin fólkavøkstur var millum danskir ríkisborgarar í Føroyum í fjør.

Kelda: Hagstovan