Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Móttøka fyri Emerald í Havn hósdagin

Hósdagin klokkan 16 kemur nýggi verksmiðjutrolarin hjá partafelagnum Havborg á Havnina. Hann leggur at á Eystaru bryggju, har móttøka verður

Í samband við, at nýggi verksmiðjutrolarin Emerald kemur á Havnina hósdagin, so verður skipað fyri móttøku á Eystaru bryggju, har skipið leggur at, klokkan 16.

Talur verða hildnar og verksmiðjutrolarin verður doyptur. Aftaná sjálvt hátíðarhaldið verður høvið at koma umborð at síggja nýggja trolaran.

Trolarin er smíðaður á Tersen skipasmiðjuni í Turkalandi. Hann er 87,5 metrar langur, 18 metrar breiður, og 11 metrar djúpur.

Motorurin er ein 7.320 KW Wartsila.

Hendan fyrsta túrin fara teir í Barentshavið at fiska rækjur, og skipari verður annaðhvørt John Mikkjal Godtfred ella Jákup Joensen.

20 mans verða við fyrsta túrin.

Emerald tekur eini 900-1000 tons av rækjum.

Skipið hevur kostað umleið 400 milliónir, og skal fiska botnfisk og rækjur.

Tað er P/f Havborg, sum hevur latið skipið byggja.