Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Zelensky:- “absurd” at eingin tíðarætlan er fyri Nato-limaskap

Forsetin í Ukraina heldur tað vera burturvið, at eingin tíðarætlan liggur á borðinum fyri Nato-limaskap hjá Ukraina

Tað er absurd, at eingin tíðarætlan er løgd fyri Nato limaskap hjá Ukraina.

Tað eru boðini frá Volodymyr Zelensky, forseta í Ukraina, nú Nato fundur er í Vilnius í Litava komandi tveir dagarnar.

Í einum hvassorðaðum uppslagi á Twitter finst forsetin í Ukraina at, at hvørki tíðarætlan fyri innjóðing ella upptøku hjá Ukraina í Nato liggur á borðinum, nú Nato komandi daganrar hevur sín árliga fund í Vilnius.

Nato hevur í 2008 samtykt, at Ukraina skal upp á okkurt tíðspunkt gerast partur av Nato, men tað er ongantíð avgjørt, nær hetta skal vera.

Og tað er ósemja millum limalondini í Nato, um nær hetta skal henda. Ukraina hevur góðtikið, at Ukraina fer ikki at sleppa upp í Nato, so leingi sum kríggið við Russland stendur við. Hetta hevði havt við sær, at hini Nato londini høvdu verið bundin til at lagt seg beinleiðis upp í kríggið við Russland, og í og við at Russland er ein tjóð við kjarnorkuvápnum, er hetta ikki váði, ið hini limalondini vilja taka.

Stórabretland hevur annars róð framundir, at Ukraina skal sleppa upp í Nato skjótast til ber, meðan Baltalond og onnur lond í Eysturevropa halda, at Nato skal gera greitt beinanvegin, hvørjar umstøður skulu vera í lagi, áðrenn Ukraina sleppur upp í Nato.

USA og Týskland hava verið meira varin við upptøkuni hjá Ukraina í Nato, og bæði londini hava víst á, at Ukraina skal gera meira fyri at styrkja um lógarverkið og at steðga korruptión í landinum, áðrenn tað kann koma upp á talu, at Ukraina sleppur upp í part.

Les eisini...  Víðkaðar heimildir at seta tiltøk í verk móti Russlandi

Somuleiðis vilja summi vera við, at um Russland veit, at Ukraina sleppur upp í Nato, so skjótt sum vápnahvíld er í landinum, so fer Russland ikki at gevast við áganginum.

Samstundis sum at Nato limaskapurin hjá Ukraina framvegis liggur í óvissuni, sær út til, at Svøríki nú loksins fer at fáa grønt ljós til at sleppa upp í verjusamgonguna.

Turkaland, sum higartil hevur sýtt fyri at geva Svøríki limaskap í Nato, hevur nú broytt meining. Turkaland hevur funnist at Svøríki fyri at geva kurdiskum uppreistrar- og yvirgangsfólki innivist í landinum, og afturfyri vildi Turkaland ikki loyva Svøríki upp í Nato.

Svøríki hevur kortini stig til at tryggja, at peningur ikki kann savnast inn í svøríki til yvirgangsvirksemi í Turkalandi, og Svøríki hevur eisini játtað at arbeiða fyri turkiskum limaskapi í ES afturfyri, at Turkaland loyvir Svøríki upp í Nato.