Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Njósnaraflogfør skulu halda seg burtur: Norðurkorea hóttir við avleiðingum

Tað fer at fáa avleiðingar, um amerikanar halda fram at njósna innan 200 fjórðingamarkið til Norðurkorea

Kim Yo-Jong, sum er systir ríkisleiðaran í Norðurkorea, Kim Yong-Un, vil nú vera við, at norðurkoreansk stríðsflogfør hava rikið burtur amerikansk njósnarflogfør frá Norðurkorea.

Kim Yo-Jong, sum hevur valdsmikið uttanríkisembæti í stjórnini hjá Kim Jong Un, ávarar eisini USA um, at tað fer at fáa avleiðingar, um USA heldur fram við at senda njósnaraflogfør til Norðurkorea.

Tað er norðurkoreanskt loftrúm, ið Kim Yo-Jong ákærir USA fyri at taka seg inn í, men heldur hevur hon ákært njósnaraflogførini fyri at flúgva innan fyri 200 fjórðingar sjómarkið.

Bæði USA og Suðurkorea vísa ákærunum um skeivan atburð frá sær og heita á Norðurkorea um ikki at leypa framav.

Amerikanska verjumálaráðið sigur, at USA hevur ikki gjørt seg inn á Norðurkoreanskt loftrúm, men at USA fer sum altíð at gera nýtslu av teimum rættindum, sum altjóða lóggáva loyvir.

Sambært altjóða lóggávu hava lond rætt til at nýta loftrúmið oman fyri 200 fjórðingamarkið til flogferðslu, men ósemja er millum USA og Norðurkorea, um hvørt njósning ella fregnararbeiði er umfatað av hesum.

Herleiðslan í Suðurkorea hevur gjørt greitt, at amerikansku flogførini hava gjørt kanningar í sambandi við hernaðarsamstarvið millum Suðurkorea og USA.

Norðurkorea hevur áður gjørt líknandi hóttanir móti USA, men viðurskiftini landana millum eru versnað í seinastuni, eftir at Norðurkorea hevur framt eina røð av rakettroyndum.