Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Miðil: Jónas besta avrik higartil á Guernsey

Guernsey Press Sport sigur, at avrikið hjá Jónasi Gunnleivsson Isaksen á 400 metrum í gjárkvøldið er tað besta higartil á Oyggjaleikunum í ár

Føroyski tannáringurin Jónas Gunnleivsson Isaksen vann í gjárkvøldið gull á 400 metrum, men ikki nokk við tað. Hann setti eisini nýtt oyggjaleikamet.

Vinnaratíðin hjá 17-ára gamla Jónasi var 46.02 sekund. Ein tíð, sum gullvinnarin ikki hevur torað at droymt um.

– Eg væntaði at koma niður um 47, men ongantíð at koma nær við 46. Hatta var ræðuliga gott, sigur rennarin við Kringvarpið.

Ein stórur faktorur fyri renningina hjá unga stjørnuskotinum er, at hann rennur fyri mammu sína, ið hann misti í august í fjør.

– Eg havi lovað henni, at eg fór at gera alt fyri at vinna næstu kappingarnar. Hetta er alt fyri mammu mína, ið situr haruppi og heppar upp á meg. Vit bæði renna saman, greiðir Jónas Gunnleivsson Isaksen frá.

Besta avrikið higartil
Tað eru ikki bert føroyingar, sum eru errin av unga stjørnuskotinum úr Bragdinum. Guernsey Press Sport fer so mikið langt, at tey meta, at hetta er besta avrikið yvirhøvur higartil á hesum oyggjaleikunum.

– Besta avrikið á Guernsey 2023 higartil? Ja, sigur Guernsey Press Sport.

– Føroyski tannáringurin Jónas Gunnleivsson Isaksen hugtók eitt fullsett Footes Lane í gjárkvøldið, tá hann setti nýtt oyggjaleikamet á 400 metrum og vann gull frammanfyri okkara egna Cam Chalmers við tíðini 46,02. Hann er bert 17-ára gamal, skrivar miðilin.

Guernsey Press Sport hevur gjørt hesa samrøðuna við Jónas: