Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvey lítil ferðsluóhapp og vatnskaði í Hvalvík

Her er seinasta døgnið úr politifrágreiðingini, har millum annað fólk sóu eitt neyðbluss á Borðoyarvík

Um hálvgum fýra tíðina seinnapartin í gjár stoyttu tveir bilar saman úti á Argjum.

Ein bilførari kom koyrandi oman eftir Støðlagøtu, og hevur allarhelst ikki lagt til merkis, at ein bilur kom koyrandi eftir Argjavegnum. Bilførarin, ið koyrdi eftir Støðlagøtu, koyrdi út á Argjaveg og stoytti frontalt saman við bilin, sum koyrdi eftir Argjavegnum.

Hóast annar bilurin fór eitt sindur illa, so stóðst eingin mansskaði av hendingini. Løgreglan veit ikki heilt, hvat er hent, men kunnu bert staðfesta, at annar bilførarin ikki helt víkiskylduna.

Í gjár hendi eisini eitt lítið ferðsluóhapp í Elduvík, tá ein útlendingur kom til at bakka á ein garð í bygdini, men fyriuttan lítlan skaða á garðin og bilin, so hendi ikki meira enn tað.

Í gjárkvøldið – um klokkan 19.15 – sóu fólk eitt neyðbluss á Borðoyarvík. Hetta var nærhendis Skálanes. Tá ið boðað verður frá, at fólk hava sæð eitt neyðbluss, so verður tað altíð tikið í størsta álvara, greiðir vakthavandi á løgreglustøðini frá. Og tað vísti seg eisini, at tað var ein bátur, ið hevði brúk fyri hjálp. Ein maður var farin til útrógvar við báti sínum, men tá hann skuldi aftur, misti báturin skrúvuna. Ziska fór út til bátin og sleipaði hann til Klaksvíkar.

Løgreglan hevur eisini kannað nakrar útlendskar bátar, sum komu til Føroya í gjár, men har var alt í lagið. Ein bátur var út Orknoyggjum, ein úr Onglandi og so komu eisini tríggir normenn við seglbáti úr Onglandi.

– Pass og annað varð kannað, men har var einki at finnast at, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

Les eisini...  Kanna møguligan harðskap

Seinnapartin í gjár varnaðust fólk í Hvalvík, at vatn rann úr einum húsum í bygdini. Bankað varð upp á, men eigarin av húsinum var ikki inni, tí bleiv tað – í samráð við løgregluna – brotið inn í húsini, soleiðis at skrúvað kundi verða fyri rennandi vatninum. Vakthavandi dugir ikki at siga, hvar vatnið kom frá, men húsini hava fingið nakað av vatnskaða.

Um hálvgum tíggju tíðina í gjárkvøldið varð løgreglan tilkallað til ein bardaga í Tórshøll, har nakrir mans vóru farnir til hendurs, men tá løgreglan kom á staðið var bardagin yvirstaðin, og menn vóru farnir hvør til sítt, so í fyrstu syftu ger løgreglan ikki meira við hetta málið, men koma upplýsingar fram, sum gevur løgregluni orsøk til at arbeiða víðari við málinum, so ger løgreglan tað.