Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Slutt við Fiesta

Ford veittrar farvæl til ikoniska bilin, sum er framleiddur í meira enn 22 milliónir eintøkum

Eftir næstan 50 ár á baki, so fór tann síðsti Ford Fiesta-bilurin rullandi eftir flutningsbandinum fríggjadagin í síðstu viku.

Tað skrivar BBC.

Hetta var í Ford-verksmiðjuni í Köln í Týsklandi.

Verksmiðjan skal, eftir nakrar justeringar, framyvir framleiða elbilar hjá Ford.

Framleitt meira enn 22 milliónir
Ford Fiesta-bilurin er ikoniskur, og er kendur fyri vera ein góður og bíligur bilur til miðalklassan.  

Fiesta-bilurin kom á bilmarknaðin í Evropa beint eftir oljukreppuna í 1973, og fólk tóku hendan bilin til sín beinavegin.

Ford vil vera við, at tað eru framleiddir meira enn 22 eintøk av Fiesta-bilinum kring heimin, men í oktober í fjør kunngjørdi amerikanski bilframleiðarin, at framleiðslan av Fiesta-bilinum fór at halda uppat í ár, og í síðstu viku fór so tann seinasti Ford Fiesta-bilurin rullandi eftir framleiðslubandinum í verksmiðjuni í Týsklandi.

Soleiðis hevur Fiesta-bilurin sæð út gjøgnum tíðirnar.

Soleiðis sá hann út fram til 1983:

Frá 1983-1989 sá hann soleiðis út:

Frá 1989 til 1997 sá Fiesta-bilurin soleiðis út:

Í 1995 kom eitt nýtt snið av Ford-bilinum, ið varð framleiddur fram til 2002:

Frá 2002 til 2008 soleiðis:

Frá 2008 til 2019:

Í 2017 kom seinasta sniðið av Fiesta bilinum, har tann seinasti fór av framleiðsubandinum í Köln í Týsklandi fríggjadagin í síðstu viku:

Kelda: Ritzau