Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Traktorar avbyrgja vegir í Týsklandi

Tað er trupult at koyra í Týsklandi í dag

Hósdagin 11. januar skal føroyska A-landsliðið í hondbólti spæla sín fyrsta dyst í EM-endaspælinum í Týsklandi. Dysturin verður í Berlin, men tey, sum kanska ætla sær at koyra til Týsklands fara at fáa trupulleikar at koyra til Berlin í dag og í morgin vegna stórt mótmælistiltak, sum ger tað trupult at koyra úr Danmark til Týsklands.

Tað eru óðir bøndur, ið eru sera ónøgdir við, at týska stjórnin skerjir stuðulin til landbúnaðin.

Millum annað hevur stjórnin ætlanir um at strika stuðulin til diesel, sum bøndurnir fáa, skrivar heimasíðan hjá DR.

Upp ímóti 8.000 traktorar hava avbyrgt vegir í Týsklandi og nakrir standa eisini við Brandenburger Tor í Berlin í dag.

Flensburg, ið liggur tætt við danska markið, er eisini ávirkað av mótmælunum, og bøndur hava, sambært Bild, avbyrgt mestsum allar innkoyringarvegirnar til motorvegin A7, sum er millum Hamburg og Danmark.

Í morgin hava bøndurnir ætlanir at hava eitt stórt mótmælistiltak í Berlin, so tá verður væntandi eisini trupult at koma til og úr, umframt at koyra í týska høvuðsstaðnum.

Tann 15. januar hava bøndurnir ætlanir um eitt stórt mótmælistiltak í Berlin.

Soleiðis sá út í morgun, tá traktorarnir fóru út á týsku vegirnar: