Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tveir mans útvístir fyri stuldur

Tveir mans vórðu í Føroya rætti í gjár dømdir fyri stuldur. Menninir, sum vóru útlendingar, vórðu samstundis útvístir úr Føroyum

Føroya rættur viðgjørdi í gjár eitt mál, har sum tveir mans úr Pólandi vórðu ákærdir fyri stuldur.

Menninir vórðu ákærdir fyri í felag at hava stjolið amboð fyri umleið 50.000 krónur. Teir høvdu millum annað stolið frá arbeiðsgevaranum.

Annar maðurin játtaði seg sekan, meðan hin noktaði seg sekan.

Báðir menninir vóru tó í einum dómsmansrætti í Føroya rætti í gjár dømdir sekir og fingu 60 daga lutvíst treytaða fongsulsrevsing hvør. Afturat fongsulsrevsingini, so blivu menninir útvístir úr Føroyum við einum innferðarbanni í trý ár.

Báðir menninir tóku við dóminum.

Menninir sita nú í varðhaldi til teir verða vístir av landinum, sigur Føroya Politi.