Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Frá Australia til europeiskan toppfótbólt

Hann vaks upp í Australia, men gjørdist heimsins dýrasti fótbóltsleikari í 1999.

Tann 12 juli 1973 var italski áleyparin, Christian Vieri, – sum var heimsins dýrasti í 1999 – borin  í heim í Bologna. Hann vaks upp í Australia, tí pápi hansara, Roberto Vieri, spældi yrkisfótbólt fyri Marconi Stallions.

Á fótbóltslívsleiðini, sum vardi frá 1991 til 2009 spældi Vieri fyri 13 ymisk feløg í Italia, Spania og Fraklandi (rættari sagt í Monaco, men í fronsku landskappingini), men sjáldan meira enn eitt kappingarár hjá hvørjum. Undantøkini vóru Torino, har hann spældi níggju dystur fyrstu kappingarárini sum yrkisleikari, og Inter, har hann heilt óhoyrt spældi seks kappingarár og skoraði 123 mál í 190 dystum.

Eftir, at hann gjørdist toppskjútti í La Liga við Atlético de Madrid í 1997-98, flutti hann til Lazio og Europa Cup fyri steypavinnarar. Tað fór ikki aftur við borðinum hjá Inter-forsetanum, Massimo Moratti, sum rindaði metstóru upphæddina áljóðandi £32 milliónir fyri hansara spæliloyvi. (Árið var tað so Lazio, sum tók metið, tá tað rindaði £35,5 milliónir fyri Hernán Crespo).

Hann frá Inter til Milan í 2005, men fekk ein knæskaða stutt eftir og spældi bert 14 dystir, áðrenn hann skifti til Monaco tíðliga í 2006. Hann steðgaði yrkisleiðini við Atalanta í 2009, sum hann eisini hevði umboðað tvær ferðir fyrr. Vieri skoraði 23 mál í 49 landsdystum.