Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Brotssparkskapping heldur enn umdyst

Tann 17. juli 1975 góðtók UEFA at brúka brotssparkskapping í staðin fyri umdystir fyri at finna vinnaran í finalunum um Europa Cup fyri meistaralið, Europa Cup fyri steypavinnarar og EM.

Tann 17. juli 1975 góðtók UEFA at brúka brotssparkskapping í staðin fyri umdystir fyri at finna vinnaran í finalunum um Europa Cup fyri meistaralið, Europa Cup fyri steypavinnarar og EM.

FIFA hevði góðtikið nýtsluna av brotssparkskapping fimm ár frammanundan, men UEFA tvíhelt treiskliga um siðvenjuna við umdystum til stórar kappingar. Tað skal so sigast, at tað var sjáldan brúk fyri báðum møguleikunum, tí bara fýra finalur fram til 1971 endaðu við umdystum – tríggjar í Europa Cup fyri steypavinnarar (1962, 1964 og 1971) og ein í EM (1968).

Í 1974 spældu Bayern München og Atlético de Madrid umdyst í Europa Cup-finaluni, har týskararnir vunnu 4-0. Tað vísti seg at gerast seinasti umdystur í einari stórari UEFA-kapping, tá teir árið eftir avgjørdu at hava brotssparkskapping ístaðin.

Longu í 1976 var brúk fyri brotssparkskappingini, tá Tjekkoslovakia vann á Vesturtýsklandi undir EM 1976. Vit skulu fram til 2020, áðrenn tað aftur var brúk fyri brotssparkskapping fyri at avgera eina EM-finalu. Ellivu Europa Cup/Champions League finalur hava verið avgjørdar upp á brotssparkskapping og tíggju í Europa Cup fyri steypavinnarar/UEFA Cup/Europa League.

Tríggjar HM-finalur eru avgjørdar við brotssparkskapping (1994, 2006 og 2022).