Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skoraði heili 434 mál í ensku fótbóltsdeildini

Byrjaði sum ungdómsleikari hjá Manchester United, men foldaði seg veruliga út hjá Leicester City.

Tann 19. desember 2002 doyði áleyparin Arthur Rowley 76 ára gamalur. Tey 434 málini, sum hann skoraði í 619 landskappingardystum, er framvegis met í ensku fótbóltsdeildini.

Hann var føddur í Wolverhampton í 1926 og spældi ungdómsfótbólt við Manchester United, har bróðirin, Jack, var ein stjørnuleikari. Hann var bert fýra dagar eldri enn 15 ár, tá hann skrivaði undir við Manchester United sum áhugaleikari og dagin eftir gjørdist hann yngsti leikarin á besta liðnum hjá felagnum yvirhøvur, tá hann undir krígnum spældi ein landskappingardyst ímóti Liverpool á Anfield. Arthur spældi sjey ferðir á besta liðnum, áðrenn hann varð leyslatin í mai 1944.

West Bromwich Albion bjóðaði honum ein sáttmála sum yrkisleikari, men hann fall kortini ongantíð til á the Hawthorns og skifti víðari til Fulham í 1948. Har skoraði hann 19 mál, tá Fulham vann 2. deild, men hann fann ongantíð máltevið í bestu deildini og Fulham seldi hann til Leicester City í 1950.

Hjá Leicester foldaði hann seg út, har hann skoraði 28 mál í fyrsta kappingarárinum. Árið eftir skoraði hann 38 mál og annað árið eftir heili 41 mál. Samanlagt skoraði hann 265 mál í 321 dystum fyri Leicester og hann gjørdist sostatt næstbesti málskjúttin hjá felagnum yvirhøvur aftan á Arthur Chandler, sum skoraði 273 mál í 419 dystum. Besta kappingarárið var 1956-57, tá Arthur skoraði heili 44 mál, sum framvegis er klubbmet fyri eitt einstakt kappingarár.

Summarið 1958 seldi felagsstjórin hjá Leicester, Dave Halliday, Arthur Rowley til Shrewsbury, har hann gjørdist spælandi-felagsstjóri. Avgerðin fall ikki í góða jørð hjá Leicester-fjepparunum og Halliday varð eisini koyrdur seinni sama ár. Rowley helt áfram at skora mál í stríðum streymi og skoraði 38 mál fyrsta kappingarárið – og setti aftur eitt klubbmet fyri eitt einstakt kappingarár. Tá hann gavst at spæla í 1965 var hann besti málskjúttin hjá felagnum yvirhøvur við 152 landskappingarmálum.

Les eisini...  Leeds og Leicester flyta niður

Hann varð verandi felagsstjóri hjá Shrewsbury í trý ár afturat og stjórnaði seinni Sheffield United (1968-69), Southend United (1970-76) og Knighton Town (1976), áðrenn hann gavst med alla.