Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eysturkommuna gevst eisini at skriva út boriloyvi til jarðhitaboringar

Eysturkommuna telist nú eiini millum tær kommunurnar, sum fyribils ikki v ilja skriva út loyvi at gera boringar fyri jarðhita

Eysturkommuna hevur nú eisini tikið avgerð um fyribils ikki at skriva út boriloyvi til jarðhitahol.

Hetta sigur Per Martin Gregersen, borgarstjóri í dag.

-Í samband við skriv frá kommunufelagnum herfyri, har kommunurnar vístu ein tørv at fáa nágreinað, hvat innihald er í boristøvinum og restum frá jarðhitaboringum, umframt dálkingina, ið stendst av borivatninum, so útskrivar Eysturkommuna einki boriloyvi fyribils.

Fleiri aðrar kommunur, teirra millum Vága kommuna og Tórshavnar kommuna, hava longu tikið somu avgerð.

Per Martin Gregersen ger kortini greitt, at um veitari av jarðhitaboring kann veita trygd fyri, at ongar restir, so sum vatn, slam og boristøv renna út í náttúruna, so kann møguligt loyvi gevast, men í hesum førunum skal tað gerast í tøttum samstarvi við teknisku umsiting hjá Eysturkommunu.