Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Video: Sterk samrøða við Dele Alli

Dele Alli greiðir frá, at hann hevur stríðst við sálarløst alt sítt lív, síðan hann varð missbrúktur sum seks ára gamal

– Eg havi torført við at finna røttu orðini, men hetta hevur verið mítt mest kensluborna, torførasta, men samstundis mest hugvekjandi samrøða, ið eg nakrantíð havi havt í mínum lívi.

Tað sigur fyrrverandi Manchester United-spælarin Gary Neville, sum nú arbeiðir fyri Sky Sports, har hann millum annað er við til at gera sendingina, The Overlap.

Í seinasta parti av The Overlap tosar Gary Neville við Dele Alli, sum fekk sítt fótbóltsgjøgnumbrot sum heilt ungur, tá hann og Harry Kane mestsum funnu hvønn annan í blindum.

Men seinnu árini hevur yrkisleiðin hjá Dele Alli ikki heilt gingin eftir vild. Eftir at hava sitið nógv á bonkinum í Tottenham, varð hann seldur til Everton í fjør, men tað gekk heldur einki serligt. Síðan bleiv hann lántur út til Besiktas, men tað var heldur ikki eitt væleydnað skifti.

Sannleikin er, at Dele Alli hevur stríðst við sálarløst alt sítt lív, eftir at hann bleiv missbrúktur sum barn.

– Tá eg var seks ára gamal bleiv eg missbrúktur av vinmanni mammu míni, sum ofta var í húsinum og drakk saman við mammu míni, ið var alkoholikari, greiðir hann millum annað frá í samrøðuni.

Eisini hevur Dele Alli selt rúsevni og verið bundin av svøvnheilivági

Men tá hann var 12 ára gamal, bleiv Dele Alli ættleiddur av einari familju, sum hjálpti honum nógv, men sálarløsturin frá barndóminum hevur nívt 27 ára gamla fótbóltsspælaran, sum ætlaði at gevast at spæla fótbólt sum 24 ára gamal.

Dele Alli er enn sáttmálabundin við Everton í eitt ár afturat, men hann sigur seg ongantíð havt verið betur fyri mentalt sum nú.

Les eisini...  Liverpool kiksa ímóti Aston Villa

Síggj sterku samrøðuna her: