Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup Martin: – Vit eru væl fyrireikaðir

Í kvøld er tað HB, ið skal spæla evropeiskan fótbólt, tá teir reyð/svørtu taka ímóti Derry úr Norðurírlandi, sum spælir í írsku fótbóltsdeildini

Eftir at bæði KÍ og B36 hava fingið málleysan javnleik í sínum evropeiskum dystum, so er tað HB, sum skal í eldin í kvøld, tá teir reyð/svørtu taka ímóti Derry City úr Norðurírlandi, men spæla í írsku deildini.

Venjarin hjá HB, Jákup Martin Joensen, sigur í samrøðu við heimasíðuna hjá HB, at liðið hjá sær er væl fyrireikað til dystin í kvøld.

– Hetta er eitt lið, ið spælir skjótan fótbólt við nógvum innleggum. Teir eru kropsliga væl fyri, men vita hava funnið onkrar veikleikar á liðnum, sum vit ætla at gagnnýta, sigur HB-venjarin við heimasíðuna.

Jákup Martin sigur, at liðið hjá sær fer at geva alt, hvat tað hevur í sær, men at HB fer at byrja dystin varliga.

– Vit fara at byrja dystin við einum varligum útgangsstøði, men vit trúgva 100 prosent upp á, at vit kunnu vinna og koma víðari. Tí ætla vit okkum at vinna heimadystin, sigur venjarin.

HB-venjarin sigur eisini, at tað eru nøkur ivamál í hópinum, men ikki nakað sum ávirkar fyrireikingarnar til dystin í kvøld.

– Maður kemur í mansstað, so tað broytir ikki upp á nakað til fyrireikingarnar til dystin, sigur hann.

Fyrri Europa Conference League dysturin millum HB og Derry City FC verður á Tórsvølli, og dysturin byrjar klokkan 19.

Atgongumerki verða bert seld í forsølu á atgongumerki.fo. Prísurin er 100,- krónur + avgreiðslugjald. Børn undir 18 sleppa ókeypis inn, men skulu skrásetast á atgongumerki.fo.

HB-áskoðarar skulu sita í øki 104, 105 og 106.

Árskort eru ikki galdandi til hendan dystin, skrivar HB á heimasíðu sínari.

Les eisini...  Tvær grannauppgerðir í steypakappingini

Atgongumerki kunnu keypast her: https://bit.ly/hbderry

FM1 sigur frá dystinum, og sendingin byrjar klokkan 18.45.

Trygvi Absalonsen er frásøgumaður, og Jóan Pauli Jacobsen er viðmerkjari.