Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dan: – Vit blaka ov nógvar bóltar vekk

Dan Brimsvík, venjari hjá B36, var sum heild nøgdur við dystin móti Paide, men helt, at tað vórðu í so nógv óneyðug bólttap

Tað var ein partvíst nøgdur B36-venjari, ið tosaði við Trygva Absalonsen eftir dystin.

B36 skapti nakrar málmøguleikar, sum kanska á einum øðrum degi endaðu í málinum, men soleiðis var ikki móti Paide.

– Vit byrja báðar hálvleikirnar væl, men blaka bóltar ov lætt vekk. Vit skaptu kanska tríggjar-fýra stórar málmøguleikar, har vit kanska áttu at havt skorað okkurt mál, men soleiðis skuldi ikki vera, sigur B36-venjarin.

Hann helt, at málmøguleikarnar, ið Paide fekk, vóru gávur frá B36 – serliga í fyrra hálvleiki – so í hálvleikinum bleiv tosað um, at rætta hetta til seinna hálvleik, og tá sá tað frægari út, heldur venjarin.

Dan Brimsvík sigur, at tað verður ein øðrvísur dystur í Estlandi um eina viku.

– Teir hava ein nýggjan venjara, sum broytir nógv upp á liðið frá dyst til dyst, og tað órógvar eisini okkum, men eg meti ein meira javnan dyst í komandi viku, sigur B36-venjarin.

Hoyr samrøðuna her: