Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Í dag byrjar G!

Seinnapartin í dag byrjar ársins G! við framförslum frá millum annað Eivør, fransk/palestinska Saint Levant, Marius DC og dansk/svensku Lucky Lo

Í gjár, mikudag, komu tjaldararnir, og í dag byrjar so tónleikurin og øll hini tiltøkini á festivalökinum í Syðrugøtu, sum vit hava glett okkum so nógv at bjóða festivalgestunum til.

Á skránni fyri dagin í dag eru bæði filmssýningar, samrøður og sjálvandi mest av øllum tónleikaframförslur.

Tey sum fara á stóra pallin á sandinum í dag eru Eivør, Saint Levant (PS/FR), og Lucky Lo (SE/DK), sum leggur fyri.

Á spæliplássinum verða millum annað Marius DC, Dania O. Tausen, Tamara og fyrsta konsertin í Føroyum við Jazzygold, sum er nýggja verkætlanin hjá Jasmin Mote.

Lagt verður fyri við kjaki og filmssýningum í Fjósinum, har svenska La Fleur trýnir pallin seinni.

Hoyr Mariannu Nagata presentera skránna her:

Kelda: G! Festivalurin

Les alla skránna her