Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Atgongumerkjasølan gongur væl

Fríggjadagin 5. og leygardagin 6. januar spælir føroyska manslandsliðið EM fyrireikingardystir móti Belgia í Høllini á Hálsi

Heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum skrivar, at atgongumerkjasølan gongur væl, nú Føroyar fara at spæla tveir venjingardystir móti Belgia fríggjadagin 5. og leygardagin 6. januar, áðrenn føroysku hondbóltsmenninir leggja leiðina til Berlin í Týsklandi.

– Vilja tit síggja Føroyar á heimavølli undan EM, er at skunda sær at keypa á atgongumerki.fo. Dystarbyrjan er báðar dagarnar klokkan 19.30, skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum.

Belgia vann seg ikki í EM-endaspælið, men tapti sínar dystir sera tepurt fyri Kroatia, Hollandi og Grikkalandi. Belgia vann seg til seinasta HM-endaspæl, og gjørdist liðið tá nummar 21 av 32 londum.

Føroyar hava møtt Belgia sjey ferðir áður, men Føroyar hava ongantíð vunnið móti Belgia.

Úrslitini hava verið hesi:
27.10.12 Belgia – Føroyar 36-22
18.01.03 Belgia – Føroyar 24-17
15.01.03 Føroyar – Belgia 22-22
13.10.87 Belgia – Føroyar 28-14
12.10.87 Belgia – Føroyar 32-13
09.02.86 Belgia – Føroyar 17-11
01.12.76 Belgia – Føroyar 25-24

Kelda: hsf.fo