Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Boldklubben Femina fyrsti heimsmeistari

Tann 15. juli 1970 varð skipað fyri fyrstu HM-kappingini fyri kvinnur.

Fyrsti kvinnudystur í 1895

Fyrsti skrásetti dysturin í enskum kvinnufótbólti varð spældur í London tann 23. mars 1895. Fyrsti almenni dysturin hjá The British Ladies Football Club endaði við, at Norðurliðið vann 7-1 á Suðurliðnum. Búnin var húgva á høvdinum, skjúrtublusa og posutar knæbuksur.

Fyrri heimsbardagi og kvinnufótbóltur í hæddini

Undir fyrra heimsbardaga lótu ensku fótbóltsfeløgini eisini eina ørgrynnu av mannligum leikarum til hertænastu, tískil traðkaðu kvinnurnar til sum arbeiðsmegi á verksmiðjunum og í miðmálasteðginum spældu tær fótbólt. Kvinnufótbóltur fekk sera góða undirtøku, tær stovnaðu lið og navngóvu tey eftir verksmiðjunum, har tær arbeiddu.

Enska fótbóltssambandið bannar kvinnufótbólti

Annan jóladag í 1920 savnaðust 53.000 áskoðarar á Goodison Park í Everton, Liverpool, fyri at síggja Dick, Kerr Ladies, meðan 14.000 onnur vórðu útihýst. Onkursvegna fóru nakrar óttafullar bylgjur gjøgnum enska fótbóltssambandið og í desember 1921 bannaði enska fótbóltssambandið kvinnum frá at spæla á tilhoyrandi vøllum og boðaði frá, at: “fótbóltsspælið er sera óhóskandi fyri kvinnur og eigur ikki at vera tilstuðlað.” Bannið hevði við sær, at kvinnurnar sluppu ikki at spæla framman fyri størri fjøldum og fólkatekkið minkaði.

Blaðmaður stovnaði kvinnufelag

Á heysti 1959 skuldi blaðmaðurin hjá kvinnublaðnum Femina, Alf Mørkeberg, skriva um ein framsýningardyst millum sjúkrasystranæmingar í Slagelse. Honum dámdi støðið og Mørkeberg gjørdi av at stovna eitt fótbóltsfelag fyri kvinnur. Hann fekk fleiri sjúkrasystrar at spæla fótbólt, sum annars høvdu spælt hondbólt. Tann 13. oktober varð skipað fyri stovnandi fundi á skrivstovuni hjá Femina. Felagið varð nevnt Boldklubben Femina.

Tilgongd av tveimum tjekkoslovakum

Blaðið Femina stuðlaði fram til 1962 við navninum, blusunum, gaggunum og ferðaútreiðslum. Í 1968 var liðið á fótbóltsferð í Tjekkoslovakia og stutt eftir hoppaðu tveir tjekkoslovakiskir leikarar av í Týsklandi. Tær søktu um politiskt friðskjól í Danmark og spældu við Femina.

Les eisini...  Kvinnudystur sendi sjokkbylgjur

FIEFF skipar EM fyri kvinnur

Í 1968 varð italska fótbóltssambandið fyri kvinnufótbólt stovnað og  tað enska árið eftir, men stjórnandi sambandið var Fédération Internationale Européenne de Football Féminine (stytt FIEFF), sum í 1969 tók stig til EM fyri kvinnur. Fýra lond fingu innbjóðing: Italia, Frakland, Ongland og Danmark. Boldklubben Femina gjørdist danska umboðið, hóast felagið hevði tveir tjekkoslovakar við. Fyritøkan Martini & Rossi rindaði fyri uppihald og ferðakostnað við toki.

Femina í EM-finaluni

Italia vann á Fraklandi, meðan Femina vann 4-3 á Onglandi, hóast enski liðskiparin, Sue Lopez, skoraði hattrikk. Í finaluni vann Italia 3-1 á Boldklubben Femina.

HM fyri kvinnur í 1970

Í 1970 skipaði FIEFF fyri óalmennari HM-kapping fyri kvinnur ella Martini Rosso Cup, sum hon eisini varð kallað. Endin varð, at átta lond skuldu luttaka: Ongland, Vesturtýskland, Danmark, Tjekkoslovakia, Mexico, Eysturríki, Italia og Sveits. Tjekkoslovakia fekk trupulleikar við innfararloyvinum, so vesturtýsku kvinnurnar fingu tveir møguleikar.

Boldklubben Femina heimsmeistari

Fyrst vann Femina 6-1 á Vesturtýsklandi, har Kirsten Evers skoraði hattrikk, Irene Christensen tvey mál og Helene Østergaard Hansen eitt mál. Í hálvfinaluni vann Femina 2-0 á Onglandi, har Kirsten Evers skoraði bæði málini og í finaluni vann Femina hesaferð 2-0 á Italia við málum frá Helene Østergaard Hansen og Maria Ševčíková, sum var annar flóttin. Hin var Jana Mandikova.

Ivi kundi verið sáddur um flóttanir, men sum tær søgdu eftir finaluna: “Vit búgva nú í Danmark og kenna okkum sum danskar. Vit hava søkt um danskan ríkisborgaraskap. Hví kunnu vit ikki spæla við? Vit ynsktu at koma til Danmarkar eftir at hava spælt ímóti donskum liði. Tískil hoppaðu vit av undir ferðatúri til Vesturtýsklands.”

Les eisini...  67 mans handtiknir í Nigeria

Liðskiparin, Kirsten Schaeffer, tók ímóti steypinum og kundi fegnast saman við venjaranum, Svend Aage Petersen, og restini av danska hópinum tann 15. Juli 1970 í Torino. 40.000 áskoðarar sóu donsku kvinnurnar vinna í AC Milan-blusum, tí tær høvdu mist blusurnar burtur undir ferðingini. Vanliga spældu tær í hvítum blusum.

Í Danmark varð finalan send beinleiðis í DR og seinni endursend í sjónvarpinum, har Helene Østergaard Hansen var viðmerkjari hjá Gunnar Nu Hansen. Árið eftir var Helene við, sum tann einasta, tá danska landsliðið afturvann HM-heitið í Mexico City. Hon var eisini við í 1969.

15 ára gomul skoraði hattrikki í HM-finalu

Stóra stjørnan í HM finaluni 1971 var 15-ára gamla Susanne “Susy” Augustesen, sum skoraði eitt hattrikk í finaluni framman fyri 112.500 áskoðarum, tá Danmark vann 3-0 á vertstjóðini. Hon gjørdist seinni yrkisleikari hjá fleiri italskum feløgum, har hon vann átta italsk meistaraheiti, tvær steypafinalur og átta ferðir gjørdist hon italskur toppskjútti. Samanlagt skoraði hon eini 600 mál í líka nógvum dystum. Kortini spældi hon ongan landsdyst undir DBU.

HM fyri kvinnur í 1991

20 ár seinni skipaði FIFA fyri fyrstu almennu HM-kappingini fyri kvinnur, tá USA vann í Kina.