Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsta HM-hattrikkið nakrantíð

Tann 17. juli 1930 skoraði áleyparin hjá USA fyrsta HM-hattrikkið nakrantíð, tá USA vann 3-0 á Paraguay í fyrsta umfari í allarfyrstu HM-kappingini.

Tann 17. juli 1930 skoraði áleyparin hjá USA, Bert Patenaude, fyrsta HM-hattrikkið nakrantíð, tá USA vann 3-0 á Paraguay í fyrsta umfari í allarfyrstu HM-kappingini.

Tað vóru bert 800 áskoðarar á Estadio Parque Central í Montevideo og dysturin var tann fyrsti í kappingini hjá Paraguay. USA hevði vunnið 3-0 á Belgia í byrjanardystinum. Patenaude skoraði triðja málið ímóti Belgia í 88. minutti.

Ímóti Paraguay byrjaði hann, har hann hevði slept, við at skora í 10. minutti. USA økti um leiðsluna í 15. minutti, men í nógv ár gav FIFA annað málið til álopsfelagan hjá Patenaude, Tom Florie. Aðrar keldur vildu vera við, at Aurelio González hjá Paraguay hevði skotið sjálvmál. Ivi ongin var um, at Patenaude skoraði triðja málið í 50. Minutti og tryggjaði sostatt 3-0 sigurin, sum førdi USA víðari til frásáldingardystirnar, har teir vórðu varpaðir út av Argentina.

Tveir dagar fetir dystin millum USA og Paraguay skoraði argentinin Guillermo Stábile trý mál í 6-3 sigrinum á Mexico og hildið varð, at tað var fyrsta hattrikkið í HM-søguni nakrantíð, men í november 2006 viðurkendi FIFA Bert Patenaude sum málskjútta av næsta málinum ímóti Paraguay og gav honum heiðurin.