Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Maðurin við hestahalanum brendi

Tann 17. juli 1994 tapti Italia fyri Brazil upp á brotssparkskapping, tá toppskjútti teirra í endaspælinum sparkaði bóltin upp um yvirliggjaran.

Tann 17. juli 1994 tapti Italia fyri Brazil upp á brotssparkskapping, tá toppskjútti teirra í endaspælinum, Roberto Baggio, sparkaði bóltin upp um yvirliggjaran.

Bara at koma í finaluna var eitt lítið undur fyri Italia, sum í fyrsta dystinum tapti fyri Írlandi. Italia vann seg víðari sum 4. besti trýarin og var síðsta liðið, sum vann seg víðari til frásáldingardystirnar. Baggio, sum hevði vunnið bæði Ballon d’Or og varð kosin heimsins besti av FIFA í 1993, tá hann førdi Juventus til sigurs í UEFA Cuppini, glansaði í frásáldingardystunum og skoraði fimm mál – trý av teimum vóru sigursmál (ímóti Nigeria, Spania og Bulgaria) – og bar nærum einsamallur Italia í finaluna.

Málrøðin hjá Baggio steðgaði í finaluni og tað gjørdi hon eisini fyri toppskjúttan hjá Brazil, Romário (sum eisini skoraði fimm mál undir endaspælinum). Longda leiktíð endaði eisini uttan mál, tískil mátti liðini út í eina brotssparkskapping fyri at finna vinnaran. Brazil førdi 3-2, tá fýra frá hvørjum liði høvdu skotið og Baggio traðkaði fram fyri at skjóta.

Tað var hansara annað brotsspark í kappingini, tá hansara sigursmál ímóti Nigeria var skotið frá blettinum í 102. minutti. Men hesaferð sendi hann bóltin upp um yvirliggjaran og Brazil vann sostatt HM-steypið.

Roberto Baggio spældi eisini HM 1998 og er tann einasti, sum skotið mál í trimum HM-endaspølum. Hann er saman við Paolo Rossi og Christian Vieri HM-toppskjútti hjá Italia við 9 málum.