Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tá Norðurkorea skakaði fótbóltsheimin

Ein av mest óvæntaðu ósigrunum hendi tann 19. juli 1966.

Ein av mest óvæntaðu ósigrunum hendi tann 19. juli 1966, tá Italia tapti 0-1 fyri Norðurkorea í triðja dystinum í bólkaspælinum undir HM 1966.

Eftir HM-sigrarnar í 1934 og 1938 komu verri tíðir fyri teir Bláu, sum ikki megnaðu at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í 1950, 1954 og 1962, og í 1958 megnaðu teir ikki so frægt at vinna seg til HM-endaspælið. Kortini fevndi hópurin í 1966 um fleiri av teimum evnaríkastu fótbóltsleikarunum í áratígginum, harímillum greipuna frá Inter Milan, Sandro Mazzola og Giacinto Facchetti, umframt Gianni Rivera frá AC Milan.

Hinvegin kendi ongin nakað til Norðurkorea, sum spældi í fyrstu HM-kappingini við einum úrvali av hálvyrkisleikarum. Teir høvdu vunnið seg til endaspælið við at vinna tveir dystir ímóti Australia (6-1 og 3-1), tá FIFA tveitti Afrika, Asia og Osiania í sama undankappingarbólk fyri at kappast um 1 pláss.

Fyrstu ferð, at Italia stóð yvir av koreanskum leikarum, var undir OL í Berlin í 1936 – hóast mótstøðuliðið kallaðist Japan. Men tá hevði Japan hertikið Korea, og japanska landsliðið var í høvuðsheitum mannað av koreanskum leikarum, harímillum Kim Yong-shik, ið var høvuðsvenjari hjá Suðurkorea, sum í 1954 tapti 0-9 fyri Ungarn og 0-7 fyri Turkalandi undir HM endaspælinum í Sveits.

Í 1936 hevði Japan vunnið 2-1 á Svøríki í 1. umfari í Berlin, meðan Italia vann 1-0 á USA. Í 2. umfari tapti Japan 0-8 fyri Italia, sum vann OL-gull við einum 2-1 sigri á Eysturríki í finaluni.

Í 1966 skuldi Italia bert hava javnleik ímóti Norðurkorea á Ayresome Park í Middlesbrough tann 19. juli fyri at vinna seg í fjórðingsfinaluna, tí teir Bláu høvdu vunnið ein dyst og javnað hin í teimum báðum fyrstu dystunum. Eftir, at norðurkoreanski málverjin, Li Chan-myung, hevði vart fyri italskum álopum tíðliga í dystinum, so løgdu teir Bláu seg aftur at verja týdningarmikla stigið.

Hinvegin noyddist norðurkoreanska liðið at vinna, tí teir høvdu tapt og spælt javnleik fyrstu tveir dystirnar. Norðurkorea gagnnýtti lága trýstið frá Italia, teir stýrdu miðvøllinum og álopini skolaðu inn í italska brotsteigin. Lønina fingu teir í 42. minutti ella kl. 15.42 økistíð, tá Pak Doo-ik skoraði einasta málið í dystinum við einum væl fyrireikaðum fluktara frá høgru móti handaru stong. Málið kom sjálvandi óvart á italska málmannin, Enrico Albertosi, og somuleiðis teir 18.000 áskoðararnir.

Les eisini...  Feðgar á ferð á italskum

Málið sendi Italia til hús, har teir vórðu undirdíktir við eggum og tomatum av einari fúkandi óðari mannfjøld, tá teir komu aftur til landið. Norðurkorea vann seg víðari til fjórðingsfinaluna, men varð varpað út av Portugal, tá Eusébio skoraði fýra mál í 5-3 sigrinum.

Norðurkorea vann seg aftur til HM-endaspælið í 2010, men tá vóru úrslitini ikki eins góð, hóast teir skoraðu ímóti Brazil (1-2).