Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Feðgar á ferð á italskum

Nú tosa ikki bara klassisku føroysku feðgarnir italskt, men eisini Lias Berint, Klávus, Ketilskona og øll hini. Italska týðingin av Feðgum á ferð verður løgd fram á bókasavninum í Riolunato í morgin, 18. august

Eitt av høvuðsverkunum eftir Heðin Brú er nú útkomið í italskari týðing. Tað er italienarin og føroyavinurin Gianfranco Contri, sum hevur týtt Feðgar á ferð til italskt í samstarvi við Jógvan í Lon Jacobsen. Á italskum eitur bókin Il vecchio e il figlio, sum merkir tann gamli og sonurin. Bárður Jákupsson hevur myndprýtt bókina, sum er útgivin á italska forlagnum Adelmo Iaccheri editore in Pavullo.

Feðgar á ferð kom út í 1940 og er týdd til mong mál. Tað síðsta í røðini er nú italskt. Gianfranco hevur eisini týtt fleiri føroyskar stuttsøgur til italskt, m.a. søgur eftir Heðin Brú, t.d. Tann hvíta kirkan og Halgir. Onkrar av søgunum eru útgivnar á italskum. Hann var við í ritstjórnini á eini norðurlendskari bókmentasøgu, sum kom út í 2019 við heitinum Storia delle letterature Scandinave, har hann hevur skrivað um føroyskar bókmentir. Henda bók verður brúkt í undirvísing á universitetum í Italia.

Gianfranco Contri býr í teirri lítlu fjallabygdini, Riolunato í Emilia-Romagna í Toscana, sum er í Norðuritalia. Har búgva bara eini 700 fólk. Hann er útbúgvin søgufrøðingur og hevur arbeitt sum lærari í økinum. Orsøkin til at hann valdi at týða Feðgar á ferð er, at hann fyri nógvum árum síðani skrivaði eina ritgerð um bókina.

Í 1982 kom Gianfranco til Føroya á fyrsta sinni. Hann var tá staddur í Onglandi, og tá ið hann hoyrdi um Føroyar, tók hann motorsúkkluna við sær umborð á Smyril og fór til Føroya. Hann varð verandi í Føroyum og arbeiddi ymsastaðni, m.a. á Skála skipasmiðju, har hann umsetti úr italskum til enskt. Nú fekk hann áhuga fyri tí føroyska málinum og fór undir at læra seg føroyskt. Síðani Gianfranco fyrstu ferð var í Føroyum í 1982, hevur hann javnan vitjað aftur. Í 1999 fór hann undir arbeiðið við teirri Føroysk-italsku orðabókini, sum kom út í 2004. Tað arbeiðið varð gjørt á Føroyamálsdeildini.

Les eisini...  Ryggnummar verður bannað komandi kappingarár

Hann hevur bæði skipað fyri ferðum úr Italia til Føroya og úr Føroyum til Italia. Fyri nøkrum árum síðani skipaði Gianfranco fyri einum túri til Riolunato, har teir føroysku gestirnir fingu skeið í italskum og italienarar fingu skeið í føroyskum.

Il vecchio e il figlio verður løgd fram fríggjadagin 18. august 2023 á bókasavninum í Riolunato.  Og nú tosa feðgarnir italskt! Ikki bara feðgarnir, men eisini Lias Berint, Klávus, Ketilskona og øll hini.

Meira kann lesast um Gianfranco Contri í Fyndini nr. 17.  

Kelda: Fróðskaparsetur Føroya