Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vingegaard væntandi Tour De France vinnari

Danski súkklarin, Jonas Vingegaard, veit væl, at hann allarhelst hevur vunnið Tour De France á øðrum sinni

– Eg gleði meg bara at sleppa heim at eta ein durum, sigur ein flennandi Jonas Vingegaard, tá lokala pressan spyr um kenslurnar eftir dagsins tein.

Vingegaard hevur vunnið Tour De France einaferð áður. Tað einasta, ið kann forða honum í at gerast Tour De France vinnari í morgin, er, um hann kemur í okkurt óhapp. Serfrøðingar siga, mestsum við ein munn, at Vingegaard veit væl, at hann hevur vunnið Tour De France á øðrum sinni.

Danin endaði ikki fremst tá dagsins teinur varð súkklaður. Tað var bretski Adam Yates úr liðnum UAE Team Emirates, ið gjørdist skjótastur í dag. Nummar tvey gjørdist avstralski Felix Gall (lið: AGR2 Citroen Team) og á triðja plássi kom so danin, Jonas Vingegaard (lið: Jumbo-Vismas). Hetta er tó ikki nokk til at taka sannlíka Tour De France sigurin frá Jonas Vingegaard, tí samlaða tíð hansara er so mikið langt fremst.

Fekk heilsan frá Krúnprins Fríðrikki
Eftir dagsins tein, ringdi sjálvasti Fríðrikkur krúnprinsur til konu Jonas, Trine Hansen, og ynskti teimum báðum til lukku við dagsins úrslitið. Saman við øðrum, fer krúnprinsurin at hátíðarhalda Vingegaard, á ráðhúsplássinum í Keypmannahavn, ein av komandi døgunum.

Í morgin er so 21. teinurin og sostatt seinasti teinurin í ársins Tour De France á skránni. Tá verður súkklað frá Saint-Quentin-En-Yvelines til Champs Élysées í París.