Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vingegaard verður heiðraður mikudagin

Mikudagin lendur danski vinnarin av Tour De France í heimlandinum. Her verður hann heiðraður av áskoðarum í hópatali

Sum vit fyrr í kvøld hava skrivað um, so verður Jonas Vingegaard allarhelst vinnari av Tour De France. Vit skrivaðu, at helst verður hann heiðraður ein av komandi døgunum. Nú er tað alment.

Annað árið á rað verður danskarin heiðraður fyri sína framúr luttøku til ársins Tour De France. Hetta verður í Tivoli og á ráðhúsplássinum í Keypmannahavn.

Íklæddur ta famøsu gulu troyggjuna, koyrur 26 ára gamli danskarin frá klokkan 11:30 lokala tíð gjøgnum Keypmannahavn. Túrurin byrjar á Kastrup lufthavn og umleið hálvanannan tíma seinni kemur hann út á balkongina á sjálvum ráðhúsinum.

Heiðraður á tignaðarliga ráðhúsplássinum
Á tíðindafundi í kvøld, sigur yvirborgarstjóri í Keypmannahavn, Sophie Hæstorp Andersen, millum annað: – Tað er søguligt, at Jonas Vingegaard vinnur Tour De France annað árið á rað. Vit kunnu øll vera sera errin av honum og okkara sterku súkklunatión. Hetta er ein stórsigur fyri danskar gerandis-súkklarar, tey mongu súkklufeløgini og øll áhuga. Hesi gera hvønn dag ein stóran mu fyri børn og ung. Eg vóni veruliga at vit øll hittast á ráðhúsplássinum, so at vit kunnu geva Jonas tann heiður, ið hann í stórum stíli hevur uppiborið.

Tivoli ynskir eisini at heiðrað Vingegaard
Í Tivoli eru tey eisini sera spent til at heiðrað ta gulu troyggjuna. Hetta verður eftir ætlan klokkan 16:00 lokala tíð, har bólkurin Scarlet Pleasure fer at framføra. – Vit eru stolt av at geva okkara gestum, heimsins besta súkklara og teimum donsku gerandis-súkklarunum eina kempu tøkk fyri Tour De France 2023, sigur forstjórin í Tivoli, Susanne Mørch Koch, á tíðindafundi í kvøld.

Les eisini...  Jonas Vingegaard vinnur Tour de France

Í Danmark eru tey ikki hissini spent til hendan dagin. Mikudagin 26. juli sæst heiðranin av Jonas Vingegaard á TV 2 og á TV 2 Play frá klokkan 09:00 til 17:00, føroyska tíð.