Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jonas Vingegaard vinnur Tour de France

Tann 26 ára gamli Jonas Vingegaard hevur vunnið Tour de France fyri aðru ferð á rað.

Tann síðsti túrurin var súkklaður við Champs-Élysées í Paris, har Jonas Vingegaard vann Tour de France samlað við 7 minuttum og 29 sekundum frammanfyri Tadej Pogacar.

Enski Adam Yates endaði á triðja plássinum.

Samlaði teigurin í Tour de France er 3.401 km og verður súkklaður yvir 21 teinum (etape).

Hesin teinurin gjørdis sera tættur, har serliga fýra súkklarar vóru javnir heilt til málstrikuna. Belgiski Jordi Meeus vann teinin og var beint frammanfyri landsmannin Jasper Philipsen. Hesin teinurin verður annars nevndur sum meistaraheitið fyri sprintarar. Danin Mads Pedersen var eisini millum teir fýra fremstu og endaði á fjórða plássinum.