Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Allsvenskan dystur avbrotin

Í Føroyum hava vit KÍ og HB, í Danmark hava tey Brøndby og FCK og í Svøríki hava tey Malmö FF og AIK sum størsta dyst millum arvafíggindar. Í dag gjørdist tað sjón fyri søgn, hvussu arvafíggindauppgerðir kunnu fara ov langt

Í dagsins uppgerð millum AIK úr Stockholm og navnframu Malmö FF, mátti dómarin slíta dystin. Hetta var vegna órógv á plássunum hjá heimliðnum AIK. Nakrir víðgongdir fjepparar hjá høvuðstaðarliðnum valdu at brenna eitt Malmö FF flagg. Tað gjørdist startskotið til meir órógv.

Glæsiligu umstøðurnar á Friends Arena í Stockholm vórðu útskiftar við regnandi bangers (sokallað flash-ljós, red.) og lutum, ið hoyra heima til pyro-undirhald. Hetta var eftir umleið ein tíma, at dómarin valdi at slíta (tað er, at avbróta dystin í eina løtu, red.) dystin, so at fyristøðufólk kundu fáa tamarhald á svøku fjepparunum. Eftir umleið trý korter, valdi dómarin at taka dystin upp aftur.

Hetta er als ikki fyrstuferð, at tað endar við rokið millum hesi bæði liðini.

Leiðandi leikari og venjarar taka kraftiga frástøðu frá atferðini
Venjari hjá Malmö FF, Henrik Rydström, sigur við pressuna eftir dagsins dyst: – Fyrst sá eg í eygnakrókinum nakað av eldi og hareftir nøkur buldur. Persónliga hati eg bæði buldur frá slíkum og eld. Eg eri ræðslusligin og tað hoyrir ongastaðni heima.

Eisini venjarin hjá heimaliðnum í AIK, Henning Berg, er ørkymlaður: – Eg kenni ikki heilt reglurnar, men sjálvandi høvdu vit vilja spælt 90 minuttir uttan slíkt óðamannaverk. Hvat besta loysnin er, dugi eg tó ikki heilt at siga.

Malmö FF legendan, ið júst er “heimafturkomin” til Malmö FF úr Brentford FC, Pontus Jansson, sigur soleiðis um støðuna: – Um eg skal vera ærligur, so fekk eg ikki heilt við, hvat tað var, ið fór fram. Eg sá, at okkurt brendi, og hareftir legði eg til merkis, at okkara fjepparar reageraðu ógvusliga. Tað er ongantíð í lagi, at fjepparar noyða dómaratoymið at bróta dystin av. Eg skilji tó væl, at tit (pressan) ynskja at mjólka viðmerkingar frá mær, men eg havi ikki so nógv at siga, tí eg sá ikki alt. Sjálvandi taki eg frástøðu frá hesum vitleysa atburðinum, tí tað er aldrin stuttligt at dystir verða avbrotnir.

Les eisini...  Heilsaðu BK Häcken við KÍ-bannara

Dysturin millum hesi liðini endaði við málleysum javnleiki.

Malmö FF liggur í løtuni nummar trý í allsvenskuni, við 35 stigum eftir 16 dystum, meðan AIK úr Stockholm liggja nummar 13, við 14 stigum eftir 16 dystum. BK Häcken, sum meistaraliðið úr Betri deildini, KÍ, skal møta á heimavølli mikudagin, liggur nummar tvey, somuleiðis við 35 stigum, men við 17 leiktum dystum. Í allsvenskuni eru 16 lið.