Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fjølbroyttur 10’ari í tveir tímar fyrrapartin mánadagin

Vit umrøða Betrideildina, sum byrjar aftur í vikuni og serliga TB – ÍF á Tórsvølli ólavsøkudag. Síðani hyggja vit uppá evropeisku uppgávurnar hjá B36 og KÍ og til seinast føroysku luttøkuna í U19 HM í hondbólti Vit ringja til André Dalfoss og Georges Rouah, formenn í ávíkavist TB og ÍF, og fáa vitjan av Dan Brimsvík, B36-venjara, og René Shaki Joensen, KÍ. Jákup Ósa verður ígjøgnum og ger sínar metingar. Til seinast hoyra vit frá Ísak Vedelsbøl, U19-liðformanni og annar av venjarunum kemur á gátt.

Sendingin er frá klokkan 10 til 12. Agnar Prestá er vertur.