“Vi älskar Klaksvík”.
Hesa heilsanina fingu BK Häcken-spælararnir, tá teir trinu út Gamla Ullevi-leikvøllin, sum varð tikin í brúk í 2009, tá grannauppgerð var í Gøteborg millum IFK Göteborg og BK Häcken, ið KÍ sló út í Champions League undankappingini.
Og um tað var hesin bannarin, sum ávirkaði BK Häcken–spælararnar skal ikki vera sagt, men oddaliðið í Allsvenskan kom sær í trupulleikar móti IFK Göteborg, ið leingi hevur ligið undir niðurflytingarstrikuni.
Men í teimum seinastu dystinum hevur fyrrverandi HB-venjarin, Jens Berthel Askou, vent keðiligu gongdini hjá IFK Göteborg, og hendan góða gongdin helt leygardagin fram móti BK Häcken, tí IFK vann dystin 4-2 og liggur nú á einum 12. plássi við 22 stigum.
BK Häcken liggur enn á odda í Allsvenskan við 44 stigum.
