Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fótbóltsspælið varð uppafturtikið

Seinni heimsbardagi steðgaði fótbóltsspælinum. OL setti gongd í aftur.

Tann 26. juli 1948 byrjaði olympiska fótbóltsspælið aftur í London og tískil endaði ein 12-ára langur steðgur, sum var íkomin orsakað av seinna heimsbardaga. Undan HM 1930 varð OL roknað sum heimsins besta fótbóltskapping. Vinnarin varð roknaður fyri heimsmeistara.

Seinastu OL-leikirnir vórðu hildnir í Berlin í 1936, har Italia tók gullheiðursmerkini í fótbólti. Tokyo skuldi eftir ætlan verða vertur í 1940 og London í 1944, men tá seinni heimsbardagi brast á, mátti OL leggjast niður og fleiri lond løgdu eisini landskappingina niður.

Tá kríggið endaði í 1945, tók OL fyriskipararnir ætlanina fram aftur fyri kappingina í 1948 og tóku London framum orsakað av leiklutinum hjá Japan undir krígnum. Hóast setanin fór fram 29. juli, so byrjaði fótbóltskappingin tríggjar dagar frammanundan við eið einari undankapping, har fýra lið luttóku.

Holland vann 2-0 á Írlandi á Fratton Park í Portsmouth, meðan Luxembourg vann heili 6-0 á Afghanistan, sum eisini var metsigur, á Goldstone Ground í Brighton. Tíverri stóðu liðini seg ikki eins væl í 2. Umfari, har Stóra Bretland vann 4-3 á Hollandi og Jugoslavia vann 6-1 á Luxembourg, hóast Luxembourg legði seg á odda í 10. minutti.

Tvey Norðurlond stóðu seg sera væl: Svøríki vann gullheiðursmerki (við sigri á Jugoslavia), meðan Danmark vann bronsuheiðursmerki framman fyri Stóra Bretland. Avleiðingin varð, at bæði Svøríki og Danmark fingu eina røð av yrkisleikarum, tá fleiri Suðurlond (serliga Italia) fingu eyga fyri góðskuni av norðurlendskum leikarum.