Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Brotsmenninir handan Brússel álopini loksins dømdir

Sjey ár eru liðin síðan atsóknirnar í Brússel, í rætturin í Brússel hevur nú funnið seks mans sekar í atsóknunum

Ein rættur í Brússel í Belgia hevur funnið seks menn sekar í yvirgangi og morði í sambandi við atsóknirnar í metroini og á flogvøllinum í Brússel í mars í 2016, sum kostaðu 32 fólkum lívið.

Fleiri av teimum dømdu vórðu frammanundan eisini dømdir fyri at hava tikið lut í atsóknunum í París árið fyri, har 130 fólk lótu lív.

Salah Abdeslam og Mohammed Abrini, sum báðir frammanundan vórðu dømdir fyri atsóknirnar í París, vórðu báðir funnir sekir í rættinum í Brússel, meðan Oussama Atar varð dømdur in absentia, tí hildið verður, at hann hevur latið lív í stríðnum í Sýrialandi.

Umframt teir seks, sum vórðu dømdir fyri morð, vórðu tveir dømdir fyri at fremja yvirgangsvirksemi, og tveir aðrir vórðu fríkendir í øllum ákærum.

Atsóknirnar í Brússel byrjaði á Zaventem flogvøllinum, har tvær bumbur brustu í hvør sínum enda stutt fyri klokkan átta um morgunin, sum kostaðu 16 fólkum lívið.

Ein tíma seinni brast ein bumba á Maelbeek metro-støðini í býnum nærhendis ES kontórunum, sum aftur kostaði 16 fólkum lívið. Fleiri hundrað fólk aftrat fingu løstir.

Men umframt tey 32, ið lótu lív í brestunum sjálvum, metti rætturin, at trý fólk, ið eru deyð síðani atsóknirnar, eisini eiga at teljast við, og menninir vórðu tí funnir sekir í at hava myrt 35 fólk. 

Shanti De Corte, sum var 17 ár tá atsóknirnar vórðu framdar, stríddist við álvarsama sálarmein av hendingini, fekk játtaða aktiva deyðshjálp, tí læknar mettu ikki, at hon fór at koma seg sálarliga. Hon doyði í fjør.

Xavier Legrand doyði av krabbameini í 2017, eftir at krabbameinsviðgerðin mátti steðgast orsaka av løstunum, ið hann fekk av atsóknunum.

Les eisini...  Tomasz: Pólskir landsliðsvenjarar tapa altíð fyrsta dystin

Mathieu Fischer beindi fyri sær sjálvum í 2021 eftir at hava stríðst við post-traumatiskt stress.

Dómarin gjørdi fyri rættinum greitt, at hevði tað ikki verið fyri yvirgangsatsóknunum, høvdu hesi trý ikki latið lív, ella í øllum førum ikki undir somu umstøðum.

Rætturin tók ikki støðu til revsispurningin, men hetta verður væntandi avgreitt í september mánaði.