Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Obbekjær: Vit geva ongantíð upp

Hoyr frásøgumannin, Sjúrð H. Hoydal siga frá teimum fýra málunum, ið komu í dystinum 07 Vestur-EB/Streymur 3-1 (1-1). Hoyr eisini samrøðurnar Sjúrður gjørdi við Daniel Obbekjær hjá 07 Vestur og Boga Reinert Petersen hjá EB/Streymi.

Daniel Obbekjær staðfestir, at teir í 07 Vestur geva ongantíð upp og teir fingu løn fyri sítt stríð. Leikliga er Obbekjær tó ikki heilt nøgdur við avrikið. Bogi Reinert Petersen er vónbrotin, og hann heldur ikki, at 3-1 til 07 Vestur er rætta myndin av dystinum.